24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

ímóti tí almenna. Um so er, at alneyðugt er at fáa fram upplýsingar frá

privatum, sum draga seg undan, so ber til at byrja rættarmál við kravið

um, at tann privati verður dømdur at útflýggja ella greiða frá, og málið

hereftir fer fram eftir fútarættarreglunum fyri slík mál.

Ad § 21:

Greinin er endurtøka av § 18, stk. 2, í stýrisskipanarlógini og hevur

fyrimynd sína í grundlógarinnar § 52.

Ad § 22:

Greinin er ein endurtøka av galdandi stýrisskipanarlóg § 27, sum er

avskrift av grundlógini § 53. Sett er tó afturat, at um fyrispurningur ikki

verður samtyktur, so kann 1 ⁄3 av tingmonnunum á fundi krevja hann

svaraðan.

Sbr. greinini kann bæði einstakur fyrispurningur verða settur fram,

og kann eisini fara fram aðaltjak í tinginum við støði í hesi grein.

Greinin hevur tann týdning, at um svar løgmans ella landsstýrismansins

ikki hóvar tingmonnum, so kann hetta føra við sær, at misálitisuppskot

verður samtykt ímóti landsstýrinum av hesi orsøk.

Nevndin heldur tað vera rætt, at minniluti kann samtykkja loyvi at

seta fram fyrispurning sbr. hesi grein, tá ið ikki eigur at bera til hjá

meiriluta á tingi, sum stendur aftanfyri landsstýrið at gera tað ómøguligt

at kanna eftir, hvat fyriferst í landsstýrinum. – Heilt at sleppa kravinum

um samtykt frá minniluta á tingi heldur nevndin ikki verða rætt. Tørvur

kann verða á, at møguleiki kann vera hjá tinginum at steðga tingmonnum,

sum seta týdningarleysar spurningar.

Ad § 23:

Hetta er endurtøka av stýrisskipanarlógini § 28.

Ad § 24:

Greinin hevur fyrimynd sína í grundlógarinnar § 56. Slík áseting er ikki

at finna í galdandi stýrisskipanarlóg, men framgongur helst av øðrum

ásetingum. Greinin førir m.a. við sær, at politiskur flokkur ikki kann

krevja, at løgtingsmaður sigur tingsessin frá sær, fyri at varamaðurin

kann taka hansara sæti.

Ad § 25:

Greinin er ein endurtøka av stýrisskipanarlógini § 24. Tó er nú ásett, at

184

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!