24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

sum skal vera í løgmansins stað, tá ið løgmaðurin hevur forfall. –

Manna millum nevndur varaløgmaður.

Nevndin skjýtur upp, at við tað, at løgmaður ger av, hvørjir landsstýrismenn,

settir verða, og málsøki teirra, so eigur hann eisini at gera

av, hvør varaløgmaður er. 2. pkt umrøður støðuna, um so er, at løgmaður

ikki hevur tikið slíka avgerð.

Greinin er avrit av svensku grundlógini kap. 7, § 8.

Ad § 38:

Greinin er í grundregluni endurtøka av § 5 í galdandi stýrisskipanarlóg,

og er sum kunnugt við heimild í hesi grein útskrivað løgtingslóg nr. 102

frá 23.06.1992 um ábyrgd landsstýrismanna. Eftir rættargangslógini §

687, stk. 2, nr. 3, verður mál um brot á skyldur landsstýrismanna dømt

av nevningatingi.

Nevndin heldur ikki, at stýrisskipan okkara eigur at seta á stovn eina

ríkisrættarskipan orsakað av teim smáu umstøðunum, men heldur, at

brot á skyldur landsstýrismanna liggja á økinum millum politikk og

løgfrøði, og at tann fólkaliga umboðanin tí eisini eigur at verða í

málinum. Hetta kann fara fram á tann hátt, at nevningating dømir hesi

mál, sum ásett er í dag, og eigur hetta at standa í stýrisskipanarlógini.

Ad § 39:

Við hesi grein fær landsstýrismálanevndin eftirlitisheimild við starvi

landsstýrisins, og kann nevndin um neyðugt bera so í bandi, at kanningarstjóri,

sum løgtingsformaðurin setur, ger nærri kanning av, um

nakað óregluligt er farið fram í fyrisiting landsstýrisins. Somuleiðis kann

ein minniluti í løgtinginum krevja, at slík kanning verður sett í verk. 99

Hugsast kann, at løgtingsformaðurin heitir á t.d. starvsmann hjá

folketingets ombudsmand ella virkandi advokat um at gera slíka kanning.

Ikki er heimilað at seta sorinskrivaran ella annan dómara at gera

slíka kanning. Um so er, at dómari varð settur at gera kanningina,

kundi vandi verið fyri, at kanningin varð at skilja sum ein dómur, tað er

hon ikki. Kanningin er bert ein fyribils kanning hjá løgtinginum at taka

støðu til, hvør víðari málsgongdin í málinum skal verða. Av tí, at

kanningin skal vera óheft, ber ikki til, at nakar, sum settur er í fyrisitingini

í landsstýrinum ella á stovni undir landsstýrinum, ger kanningina.

Somuleiðis ber heldur ikki til at seta kanningarleiðara, sum fyrr hevur

99 . Ummæli av slíkum kanningum hevur lic. jur. Jens Peter Christensen givið í

grein í Ugeskrift for retsvæsen 1993 B bls. 289 ff. Greinin hevur heitið „Undersøgelsesretter

og kommisionsdomstole – er der alternativer.“

191

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!