24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Roknað verður við, at avgerð nevndarinnar er endalig, t.v.s at hon

ikki kann skjótast inn fyri dómstólarnar. 55 Um dómsvaldið kann royna,

um ein lóg og ein fyrisiting, har málsræðisspurningurin ikki hevur verið

lagdur fyri serligu nevndina, ásett av heimastýrinum, er ógildug, tí at

hon fer inn á felagsmálsøki, sum ikki kann yvirtakast, vita vit ikki. –

Spurningurin hevur ikki verið royndur í praksis. Gitast kann, at dómstólarnir

kanska vilja vera varnir í hesum føri, um ríkismyndugleikarnir

ikki hava reist spurningin í serligu nevndini.

Fyrisitin av dønum

Fyrisitingin fer fram av dønum eftir teirri skipan, sum nevnd er á bls. 48

ff. Tó kemur tað ofta fyri, at umframt eftir teirri skipan, sum nevnd er

á bls. 59, so verða ofta føroyskir myndugleikar spurdir um ummæli,

áðrenn fyrisitingarligar avgerðir verða tiknar; nevnast kann t.d., at

umsóknir um uppihaldsloyvi í Føroyum hjá fremmandum ríkisborgarum

eftir lovbekendtgørelse nr. 20 frá 07.02.1961 om udlændinges

adgang til landet m.v., sum seinast broytt við lóg nr. 183 frá 20.05.1963

verða sendar landsstýrinum til ummælis, áðrenn danskir myndugleikar

taka støðu til málið. 56

Fyrisitin av føroyingum

Í § 9 í heimastýrislógini er ásett, at

„.. eftir samráðing verður semja gjørd um, í hvørjum føri og í hvørjari

vídd tað er møguligt innanfyri øki, sum eru felagsmál, at geva heimastýrinum

í hendi at áseta nærri reglur fyri teimum serligu føroysku viðurskiftunum

og taka við umsitanini av avvarðandi økjum“.

Í viðmerkingunum til hesa grein, tá ið lógaruppskotið var lagt fram,

verður sagt: 57

„Til § 9 ...Selvom et Omraade ikke eller kun delvis overgaar til de

færøske særanliggender, vil det dog i givet tilfælde kunne være rigtigt i

større eller mindre Grad at overlade til Hjemmestyret at ordne og forvalte

det paagældende Omraade. Der kan tænkes givet en Rigslov, der fastsætter

visse almindelige Regler, og der kan tænkes givet Bevillinger med

fastsættelse af visse Hovedregler, medens Udformningen af Enkeltheder

og Administrationen overlades til Hjemmestyret. Der kan ogsaa være

brug for administrative Aftaler for at undgaa unødig og kostbar Dobbelt-

76

55 Sí um hetta Frederik Harhoff, Rigsfællesskabet, Forlaget Klim, Århus 1993, bls.

110.

56 . Landsstýrisins j. nr. 1345-3/91

57 . Løgtingstíðindi 1947, bls. 197.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!