24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

10 · Hvítabók – Fylgibind 2

Samandráttur og

niðurstøður

1. Løgmansskrivstovan

Økini, sum hoyra undir Løgmansskrivstovuna, verða í flestu førum

fíggjað og fyrisitin av heimastýrinum. Hóast staturin sambært heimastýrislógini

í flestu førum hevur ábyrgdina av økjunum, so er lóggávan

eisini lagað nakað til tørvin og viðurskiftini í Føroyum.

Í fyrstu atløgu verður á flestu økjum nóg mikið at lýsa galdandi

lóggávu sum føroyska lóggávu.

Kortini eru trý stór øki, sum seta krøv til bæði lóggávu, fyrisiting

og – ikki minst – fígging í sambandi við fullveldi. Hesi øki eru løgreglan

og ákæruvaldið, uttanríkismál og dómsvaldið.

Av tí at grundlógarnevndin, sum Løgtingið hevur sett, eisini skal viðgera

dómsvaldið, ger Løgmansskrivstovan ongar niðurstøður á hesum øki.

Løgregla og ákæruvald

Tað størsta av felagsmálunum undir Løgmansskrivstovuni er løgregla

og ákæruvald.

Ábyrgdin av økinum er donsk burturav, men hvat lóggávu viðvíkir,

metir Løgmansskrivstovan kortini ikki, at stórvegis trupulleikar verða

av at laga hana til fullveldið. Lógirnar, sum galda í Føroyum, eru lagaðar

nakað til føroysk viðurskifti, og í fyrsta umfari ber til at lýsa tær

sum føroyskar lógir.

Fyrisitingarliga verða ávís krøv; men hesi nýtast ikki verða so hørð

fíggjarliga; heldur er talan um eina fakliga krevjandi uppgávu.

Dagligi raksturin av løgregluni í Føroyum er rættiliga sjálvstøðugur;

men hóast føroyska løgreglan tekur sær av øllum dagligum virksemi,

so fær hon nógva tekniska og fakliga hjálp úr Danmark – serliga í

sambandi við stórar ella óvanligar uppgávur. Skal føroysk løgregla

kunna standa fyri hesum í framtíðini, verður tørvur á serútbúnaði og

starvsfólki við serligum útbúgvingum. Løgmansskrivstovan mælir

heldur til, at avtala verður gjørd við Danmark ella onnur lond um

útgerð, eftirútbúgving, kriminaltekniskar tænastur o.a.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!