24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Almanna- og heilsumálastýrið · 343

2. Lóggáva

Lógin ásetir býtið av almannaútreiðslum millum landskassan og

kommunukassan. Av almannaútreiðslum verða 93,25% goldin úr

landskassanum og 6,75% goldin úr kommunukassanum. Landskassin

leggur út kommunupartin og fær hann afturgoldnan, soleiðis at í seinasta

lagi fyrsta apríl hvørt ár verður uppgjørt, hvussu nógv landskassin

skal hava aftur frá hvørjari kommunu sær fyri farna fíggjarárið, við at

50% verða roknað eftir seinasta fólkatali og 50% eftir skattainntøku í

kommununi seinasta árið.

Lógin fevnir um útreiðslur av:

• útgoldnari fólkapensión við viðbótum sambært „lov for Færøerne

om folkepension”

• útgoldnari avlamispensión og avlamisveiting við viðbót sambært

„lov for Færøerne om invalidepension”

• útgoldnari einkjupensión við viðbótum sambært „lov for Færøerne

i henhold til offentlig forsorg”

• barnaforsorgarútreiðslur sambært grein 43 stk. 2 og 3 í „lov for

Færøerne om børneforsorg”

• útgoldnari hjálp til einstaklingar sambært „lov for Færøerne om

offentlig forsorg”

• heimahjálparaskipanina sambært „lov for Færøerne om offentlig

forsorg“ og av heilsu- og heimasjúkrasystraskipanini

• útgoldnari veiting sambært „lov for Færøerne om børnebidrag til

enlige forsørgere m.v.”

• til rakstur av røktar-, ellis- og vistarheimum

• til rakstur av stovnum sambært grein 32 stk. 2 í „lov for Færøerne

om offentlig forsorg.”

Tá ið henda lógin varð sett í gildi, fóru løgtingslóg nr. 3 frá 6. januar

um býtið av útreiðslunum til heimasjúkrasystra-, heilsusjúkrasystra og

skúlalæknaskipanina og løgtingslóg nr. 98 frá 23. juni 1992 um býtið

av almannaútreiðslum úr gildi.

Lógin er føroysk løgtingslóg, t.e., at eingin lógarlig krøv verða sett í

sambandi við fullveldi.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Landskassin og kommunurnar rinda útreiðslurnar sambært lógini.

Landskassans partur av útreiðslunum verður rindaður við blokkstuðlinum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!