24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

92 · Hvítabók – Fylgibind 2

annars, og harumframt nýtir Dóms- og kirkjumálaráðið einans orku

til starvsfólkamál á økinum.

Akkurát hvussu nógv skal til av starvsfólki og peningi til at umsita

føroysku løgregluna, veldst sostatt nógv um, hvussu ein velur at skipa

uppgávurnar politiskt, og hvussu nógvar skipanir og fyriskipanir ein

velur at „læna“ ella keypa úr øðrum londum; men verður íslendska

loysnin vald, verður ikki talan um tey nógvu ársverkini. Verður hinvegin

danska loysnin vald, verður starvsfólkatørvurin størri, og við

honum eisini útreiðslutørvurin.

Hvørt nevnda meting upp á 8.394.131 kr. til leiðslu, fyrisiting og

sertænastur fer at halda ella ikki, veldst tí um, hvørjar politiskar avgerðir

verða tiknar um leiðslubygnaðin.

– – Aftur at umrøddu fjaldu útreiðslum kemur, at virksemið hjá løgregluni

er soleiðis skipað, at partar av útreiðslunum í sambandi við

greiningar í ítøkiligum málum ikki eru roknaðar upp í raksturin hjá

løgregluni yvirhøvur. Her er serliga talan um keyp av ymsum tænastum

(so sum grannskoðannarfrágreiðingum), sum hava beinleiðis

tilknýti til ítøkilig mál. Útreiðslurnar til hetta kunnu vera næstan ongar

og so upp í nakrar milliónir um árið. Tað fer neyvan at verða høpi

í at talseta eitt so skiftandi tal, men siga vit 5 mió. kr. í miðal, er ið

hvussu er ríkiligt lagt uppfyri.

Nýggj virkisøki

Væntandi er, at fullveldið í sjálvum sær økir nakað um uppgávurnar

hjá løgregluni, tí við tí koma útlendskar sendistovur og umboðsstovur

til landið, og almennu vitjanirnar verða títtari og størri. Trygdar-, eftiransanar-

og fyriskipanaruppgávurnar, sum koma av hesum, kunnu fara

at nerva dagliga raksturin nakað, tí liðið er til tað fáment, og summar

almennar vitjanir krevja lutfalsliga stóra løgreglumanning í styttri tíð.

Væntandi fer hetta tó ikki at tyngja stórvegis um raksturin.

Í hesum sambandi er vanligt við millumtjóða trygdarsamstarvi,

herímillum fregnartænastusamstarvi.

Lítið er upplýst um samstarv við PET. Tó upplýsir heimasíðan hjá løgregluni,

at í hvørjum løgregludømi er tilnevnt eitt fólk, sum hevur ábyrgdina

av samskiftinum við PET, og soleiðis er ivaleyst eisini í Føroyum.

Lítla, gjøgnumskygda samfelagi okkara tørvar neyvan eina fregnartænastu;

men fyri at fáa í lag neyðuga samstarvið við trygdar- og

fregnartænastur í øðrum londum, er helst neyðugt við eini lítlari tænastueind,

har serligt trúnaðartilfar ikki kemur at verða viðgjørt í vanligu

arbeiðsgongdunum hjá løgregluni annars, so at trygdartænastur

í øðrum londum kunnu líta á, at upplýsingar, sum verða latnar føroysku

eindini, eru í tryggum hondum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!