24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

78 · Hvítabók – Fylgibind 2

fara at krevja 32 starvsfólk til samans, verða tey 16, sum fara at

starvast heima. Sambært hesi ætlan verður uttanríkistænasta Føroya

sostatt mannað við 48 starvsfólkum til samans.

Tey sekstan starvsfólkini í uttanríkisdeildini kundu hóskandi verið

býtt soleiðis.

✓ Leiðsla og skrivari: tvey fólk

✓ Politisk mál: fýra fólk

✓ Viðskiftamál: fimm fólk

✓ Tilfeingismál: trý fólk

✓ Umboðanarmál: tvey fólk

Allur kostnaðurin fyri tey sekstan fólkini, ið skulu starvast heima,

verður sambært áðurnevndu kostnaðarætlan um leið átta milliónir

krónur. Harafturat verða um leið fýra milliónir krónur til umboðan

og keyp av sertænastum uttanlands.

Árligur heildarkostnaður fyri rakstur av føroyskari uttanríkistænastu:

Uttanríkisdeild 12 mió. kr.

Sendistovur og umboðsstovur 32 mió. kr.

Limagjøld 13 mió. kr.

Til samans 57 mió. kr.

Uttanlandsdeild í 1999 5 mió. kr.

Sendistovur og umboðsstovur í 1999 4 mió. kr.

Limagjøld í 1999 1 mió. kr.

Til samans í 1999 10 mió. kr.

Eykafíggjartørvur 47 mió. kr.

Eykafíggjartørvurin er munurin millum útreiðslur Føroya til uttanríkismál

í 1999 og árligu útreiðslurnar av eini fullmentari føroyskari

uttanríkistænastu, ið einsamøll umsitur uttanríkismál Føroya.

Búskaparlig árin av eini føroyskari uttanríkistænastu

Sum heild er at siga, at skipanin av Føroyum sum fullveldi við egnari

uttanríkistænastu fer at hava við sær árin á tann føroyska búskapin.

Sum omanfyri umrøtt, kann ein fult útbygd, føroysk uttanlandstænasta

fara at økja um útreiðslurnar á fíggjarløgtingslógini við 47

milliónum krónum.

Hóast ein føroysk uttanríkistænasta fer at kosta á fíggjarløgtingslógini,

so eigur at verða havt í huga, at ein føroysk uttanríkistænasta

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!