24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

22 · Hvítabók – Fylgibind 2

on), vegna Føroyar og Grønland, men føroyingar og grønlendingar

hava í felag myndað ta donsku sendinevndina. Fiskimálastýrið mælir

til, at Føroyar sum fullveldi gerast limur í báðum felagsskapum.

Hvat viðvíkir sáttmálanum um at varðveita laksin í Norðuratlantshavi,

NASCO, er støðan tann sama.

Vit hava í hesum felagsskapum arbeitt sjálvstøðugt, og Fiskimálastýrið

mælir tí til, at Føroyar sum fullveldi fáa sjálvstøðugan limaskap.

Tað fer ikki at krevja umsitingarliga ella fíggjarliga meirorku.

Viðvíkjandi hvalaveiðu eru tveir fleirtjóða felagsskapir: IWC, (International

Whaling Commission), og NAMMCO (North Atlantic Marine

Mammal Commision). Í tí fyrra umboðar Danmark alt ríkið, og hetta

kann vera óheppið fyri føroyingar, tí Danmark ikki altíð hevur somu

støðu sum vit á økinum. Í tí seinna eru Føroyar sjálvstøðugir limir.

Fiskimálastýrið mælir til, at vit sum fullveldi vera við í NAMMCO,

men spurningurin um limaskap í IWC má takast upp alt eftir tørvi.

Hvat limagjaldi viðvíkir, fer fullveldi ikki at hava við sær stórvegis

meirkostnað. Føroyar rindað longu limagjaldið Danmarkar vegna í

bæði ICES, NEAFC, NAFO, NAMMCO og NASCO. Hetta kostar

um leið eina millión til samans árliga.

Danmark rindar kortini limagjaldið í IWC, so í hesum føri verður

møguliga ein lítil øking í útreiðslunum.

Av teimum uttanríkismálum, ið knýta seg til sjóvinnu, er tað serliga

arbeiðið í havfelagsskapinum undir ST, IMO, (International Maritime

Organisation), sum hevur stóran týdning fyri føroyska sjóvinnu.

Í hesum felagsskapi arbeiða fleiri tekniskar nevndir, sum eru mannaðar

við fólki frá teimum ymsu sjóvinnumyndugleikunum og serfrøðingum

á teimum ymsu økjunum. Krøvini verða ásett í altjóða sáttmálum,

sum Danmark hevur samtykt at seta í gildi fyri Føroyar eftir

tilmæli frá heimastýrinum.

Eins og fleiri onnur aðalstýri, mælir Fiskimálastýrið til, at vit sum

fullveldi gerast limir í IMO.

4. Vinnumálastýrið

Vinnumál eru fyri mesta partin yvirtikin av heimastýrinum, bæði

hvat viðvíkir fígging, lóggávu og umsiting. Økini, sum framvegis eru

felagsmál, eru mest smáøki, har føroyskir myndugleikar uttan stórvegis

trupulleikar eiga at kunna átaka sær uppgávurnar.

Tó er eitt stórt øki – flogferðslan – sum framvegis er danskt burturav.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!