24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Løgmansskrivstovan · 89

• Radio- og motordeildin heldur og mennir radioskipanina hjá løgregluni

og letur øll motorakfør.

• Útgerðardeildin letur búnar og aðra útgerð, innbúgv og skrivstovuamboð.

• Deildin fyri útfyllingarbløð letur og bøtir um útfyllingarbløð og

skrivstovunýtslulutir, og letur faklesnað.

• Teldudeildin heldur og mennir allar telduskráir og telduskipanir

í Føroyum, og løgreglan í Føroyum hevur beinleiðis atgongd til

miðsavnaðu dátugrunnarnar, bæði at skráseta og at leita eftir

upplýsingum. Dátugrunnarnir eru: Registeret for efterlyste køretøjer,

Centralregisteret for motorkøretøjer, Legitimationskontoret,

Registeret for parkeringsafgifter, og Kriminalregisteret.

Harumframt veita aðrar deildir eisini nakrar minni tænastur

• Grannskoðanardeildin grannskoðar roknskapirnar hjá løgregluni

• Altjóða deildin og Interpol veita ikki føroyska liðnum so mangar

beinleiðis tænastur; men óbeinleiðis eru ágóðar av hesum.

• Kunningartænastan hjálpir eftir áheitan

• Leitingartænastan hjálpir eftir áheitan

• Bygningstænastan hevur eftirlit við, hvussu bygningarnir verða

hildnir

• Í serligum førum er samstarv við PET, mest í sambandi við metingar

undan vitjanum uttaneftir.

Útbúgving

Á útbúgvingarøkinum hevur borið til at fingið rættiliga neyv tøl og

tískil at gera rættiliga neyvar metingar.

Um útbúgving: Onga aðra staðni í samfelagnum merkir hin einstaki

so ítøkiliga tann myndugleika, sum vit í samfelag hava latið hinum

almenna, sum tá ið løgreglan kemur upp í leikin.

Tí er umráðandi, at hon virkar eftir ætlan, hvørki meira ella minni.

Fyri ein part ber til at tryggja bæði hin einstaka og løgreglustarvsfólk

við reglum og øðrum fyriskipanum; men við teimum stóru krøvum,

sum vit seta løgregluni nú á døgum, nytta reglur og fyriskipanir lítið,

um løgregluliðið ikki er væl útbúgvið, bæði tá um grundútbúgving

og um seinni útbúgvingar ræður.

Soleiðis er í øllum demokratiskum samfeløgum, men ætla vit at hava

so fá starvsfólk í løgregluni, sum til ber, mugu yvirskipaðu starvsfólkini

helst hava betri og breiðari útbúgvingarstøði enn aðrastaðni. Tá høvdu

tey førleika á fleiri økjum, so at so fá ársverk sum gjørligt, vóru bundin

at yvirskipaðu uppgávunum, og av tí sama var mest møgulig starvsfólkaorka

tøk til týdningarmestu uppgávurnar hjá liðnum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!