24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Løgmansskrivstovan · 93

Hendan eind kundi helst samstundis umsitið millumtjóða samstarvið

annars (sí niðanfyri).

Sum fullveldi er sjálvsagt, at Føroyar eru við í millumtjóða løgreglusamstarvi

sum INTERPOL, og trúliga eisini í Schengensamstarvinum

9 . Við vaksandi altjóðanini á øllum økjum, fáa hesi samstørv alt

størri týdning, og samstundis krevur luttøka í verkligum millumtjóðasamstarvi

bæði serligar fortreytir og lutfalsliga nógva arbeiðsorku. Tí

er neyvan heilt burturvið at vænta, at millumtjóða samstarv fer at

krevja upp til eini 3-4 ársverk afturat, sum væntandi kosta 1,5-2 mió.

um árið í rakstri.

Samandráttur

Útreiðslurnar á løgregluøkinum

Væntandi verða útreiðslurnar á løgregluøkjunum 45 mió. til vanligan

rakstur, 8,4 mió. til leiðslu og sertænastur, 2,6 mió. til útbúgvingar, 5

mió. til serligan greiningarkostnað og 1,5-2 mió. afturat til starvsfólk

til millumtjóða samstarv. Til samans um leið 63 milliónir.

Hvussu stórur partur av teimum 8,4 milliónunum til leiðslu og

sertænastur fara at stava frá starvsfólki, og hvussu nógv fer at stava

frá veitingum, sum fingnar verða uttanlands, veldst um, hvørjar skipanarligar

loysnir verða valdar politiskt.

Væntandi koma útreiðslurnar til løgregluna javnan at skifta minst

10% upp og niður, alt eftir hvørji mál krevja sertænastur uttaneftir.

Talan er um eitt heilt stórt øki og av størsta samfelagsliga týdningi

bæði so og so. Fyrisitingin er ikki sloppin at greina økið neyvari, men

kortini er eysæð, at áðrenn málsøkið kemur undir føroyskt málsræði,

krevjast gjølligar fyrireikingar, og avtalur mugu verða gjørdar um virksemið

í eini rættiliga langari skiftistíð, tí føroyskir myndugleikar hava

onga servitan um økið.

Avbjóðingarnar liggja sostatt ikki so nógv í tí fíggjarliga, sum í at

skipa økið skynsamiliga, og at fáa til vega og halda við líka tann yvirskipaða

førleikan.

– Viðmerkt verður, at tænastumannaeftirlønirnar til løgreglufólk ikki

eru nevndar, tí tær hoyra ikki til raksturin av sjálvum økinum, og tí

at danski staturin sum arbeiðsgevari hevur átikið sær skyldurnar at

gjalda tænastumonnunum hesar eftirlønir. Hendan privatrættarliga

avtala – sum í grundregluni er millum einstaka arbeiðstakaran øðrumegin

og danska statin sum arbeiðsgavara hinumegin, kann hvørki

verða ávirkað av ríkisrættarligu støðuni, ella hvør framyvir verður

arbeiðsgevari.

9 Útreiðslurnar av limaskapi eru roknaðar upp í partin um uttanlandsmál.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!