24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Kapittul 4

Løgmansskrivstovan · 99

4. Á hesum økjum verða samstarvsavtalur gjørdar

Alment kann verða sagt, at mælt verður til, at Føroya landsstýri fær í

lag samstarv í eini skiftistíð á øllum økjum, sum frammanfyri eru

nevnd. Hetta, tí mett verður, at tørvur er á hesum samstarvi, so at

økini kunnu verða ment so við og við til tess at fáa bestu úrslit.

Tó verður mett, at tað serliga er á tveimum høvuðsøkjum, at tørvur

verður á samstarvsavtalum í eitt longri áramál. Hesi økini eru

uttanlandsmál og løgregla og fútaembætið.

Uttanlandsmál

Við støði í uppskotinum, sum lýst er í kap. 3.1 um eina føroyska

uttanríkistænastu verður í fyrstu syftu einans tørvur á framhaldandi

samstarvi um ræðismál – (sendimenn). Tørvurin fer tó at minka so

hvørt, sum føroyska uttanríkistænastan fær í lag eina skipan við føroyskum

ræðismonnum, (sendimonnum), kring heimin. Nevnt skal

verða, at slíkar skipanir vanliga ikki bera við sær útreiðslur. Tó kunnu

í einstøkum førum verða útreiðslur av ítøkiligum málum.

Í fullveldissáttmálanum við Danmark mugu verða ásetingar um

fyrisitingarligt samstarv á uttanríkispolitiska økinum millum avvarðandi

myndugleikar í Føroyum og Danmark í eini skiftistíð upp á um

leið 10-20 ár, alt eftir, hvussu skjótt føroyska uttanríkistænastan verður

útbygd.

Av tí at ein fult útbygd føroysk uttanríkistænasta fer at krevja 36

fólk aftur at teim núverandi 12, er greitt, at fólk mugu útbúgvast,

setast í starv og eftirútbúgvast. Tað verður helst trupult at seta fleiri

enn trý ella fýra fólk um árið. Av tí at vit kunnu rokna við einum

ávísum fráfalli, kunnu 10-15 ár fara at ganga, áðrenn føroyska uttanríkistænastan

verður fullmannað.

Føroya landsstýri eigur tí at fáa í lag semjur við fleiri lond um at

læra upp starvsfólk í føroysku uttanríkistænastuni til tess at menna

førleika teirra sum sendifólk.

Løgregla og ákæruvald

Løgreglan og ákæruvaldið er eitt stórt og samansett virkisøki og mett

verður at neyðugt er at gera samstarvsavtalur á hesum økjum:

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!