24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Vinnumálastýrið · 199

Konvention om undersøiske telegrafkablers beskyttelse af 18. nov 1885.

Her skulu Føroyar boða frá, at tær taka undir við sáttmálunum. Hesir

sáttmálar hava ongar beinleiðis útreiðslur við sær.

ITU’s konstitution, konvention og fakultative protokol fra 22. december

1992

Hesin sáttmálin setir karmar fyri alheims fjarskiftisfelagsskapin ITU,

sum flest øll heimins lond eru við í. Felagsskapurin leggur rammurnar

fyri, hvussu alheims frekvensspektrið verður sundurlutað, er við til at

menna og gera rammur fyri nýggjum tænastum og ásetir annars standardir

o.s.fr. Tað er eyðsæð, at Føroyar, við okkara fyritreytum, fólkatali,

vinnu og landafrøðiligu viðurskiftiunum, ikki hava tey heilt stóru

hjartamálini her. Tó er greitt, at neyðugt er at verða limur í felagsskapinum

fyri at kunna fylgja við í menningini. Úr Íslandi skilja vit,

at har verður valt frá sak til sak, um tað ávirkar teir, og teir tí vilja vera

við. Annars er vanligt, at Norðurlond samstarva um hesi viðurskiftini,

soleiðis at eitt av størru Norðurlondunum fær fulltrú frá hinum.

Ein minstamarks limaskapur í ITU, umframt í økisfelagsskapunum

CEPT (Commitee Europenne de Post et Telegraph), ERC (European

Radiocommunication Committee) og ECTRA (European Committee

for Telecommunication Regulatory Affairs), kemur at kostað um

leið 1/8 Unit, svarandi til um leið 150.000 um árið, umframt luttøku

á fundum o.s.fr. Luttøkan á fundum kann verða hildin innan fyri verandi

fíggjarkarmar hjá Fjarskiftiseftirlitinum, ið er inntøkufíggjað

virksemi.

IMO-sáttmálin (sí meira undir útgreiningunum hjá Fiskimálastýrinum).

IMO, (International Maretime Organisation), er altjóða havfelagsskapur

undir ST. Ein av nevndunum hjá IMO er Maritime Safety

Committee, ið m.a tekur sær av Radiocommunications and Search

and Rescue, (COMSAR).

Hetta er tað, ið nevnt verður radiogrundað neyð- og trygdartænasta

á havinum. Hesa tænastu rindar Tele Danmark A/S fyri sum part av

teirra veitingarskyldu, men sjálva tænastuna rekur Føroya tele, ið fær

um leið 6 mió. árliga fyri hetta. Menningin á økinum er stór, og alt

meira verður farið yvir til at nýta GMDSS trygdarútgerð, ið fer yvir

fylgisvein, sum verður rikin av fylgisveinasamtøkum, og tískil verður

goldin av einstaka brúkaranum. Tó er sannlíkt, at tænastan verður

veitt eini 10 ár afturat, men ikki er óhugsandi, at tað kundi verðið

gjørt fyri eina minni upphædd. Gjaldið fyri limaskap í IMO verður

sett eftir, hvussu nógv bruttoregistartons handilsflotin hjá hvørjum

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!