24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

19 – Hvítabók – Fylgibind 2

Almanna- og heilsumálastýrið · 289

hava í Føroyum, og er embætismaður hjá Sundhedsstyrelsen í Føroyum.

Umframt at hava eftirlit við heilsustarvsfólki, skal landslæknin

eisini halda seg kunnaðan um viðgerðir, sum ikki eru góðkendar í Føroyum.

Heldur landslæknin tað vera neyðugt at seta í verk løgreglukanning

av heilsustarvsfólki í Føroyum, skal hann geva Sundhedsstyrelsen

tilmæli um hetta. Heldur landslæknin, at heilsustarvsfólk kann

vera fólki til bága í starvi sínum, skal landslæknin geva Sundhedsstyrelsen

boð um hetta við hjálagdari kanning av viðurskiftunum.

Eftir neyvari ásettum reglum frá Sundhedsstyrelsen skal landslæknin

geva Sundhedsstyrelsen boð um heilsustøðuna í Føroyum, savna

inn og arbeiða við medisinalstatistiskum upplýsingum, gera ársfrágreiðing

um sítt virki, kunna um týðandi umstøður av heilsuligum

týdningi, viðvirka til at myndugleikarnir seta heilsuupplýsandi tiltøk

í verk í Føroyum, virka fyri samstarvi millum teir ymsu heilsustarvsfólkabólkarnar

og vera við til at skipa fyri, at hóskandi heiligvágsgoymslur

eru í Føroyum.

Landslæknin skal bera so í bandi, at fólk, ið arbeiðir við heilivági,

skal geva Sundhedsstyrelsen frágreiðing um virki sítt.

Uppgávan hjá Sundhedsstyrelsen er at áseta neyvari reglur á økinum

í ávísum førum. Annars skal Sundhedsstyrelsen stuðla landslæknanum

í Føroyum í virki hansara, tá ið hetta er gjørligt.

Uppgávan hjá kommununi sambært fyriskipanini og kunngerðunum

er, at hon hevur heimild til at geva forboð fyri at nýta ein dag- ella

samdøgursstovn, um heilsuligar ábøtur ikki verða gjørdar á stovninum

innan eina ávísa tíð, sum kommunan ásetir, ella um tað verður mett at

vera ómøguligt hjá stovninum at gera ábøturnar, ella tá ið álvarsligur

vandi er fyri heilsustøðuni, um stovnurnin heldur áfram at virka.

2. Lóggáva

Økið er felagsmál, men stendur á lista A í heimastýrislógini og kann

tí verða yvirtikið, tá ið føroyska heimastýrið tekur avgerð um hetta.

Lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan í 1995.

Danski staturin hevur ábyrgdina av at tilevna lógina og tilhoyrandi

kunngerðir. Kongligu fyriskipanirnar skulu verða samtyktar á Løgtingi

og lýstar í Kunngerðablaðnum fyri at hava gildi fyri Føroyar.

Lógin ásetir í høvuðsdráttum reglur um, hvussu arbeiðið hjá embætislæknum

í Føroyum skal fara fram. Á sama hátt sum góðkenningarlógirnar,

(autorisatiónslógirnar), ásetir lógin reglur, sum krevja

stóra heilsufakliga vitan. Í Grønlandi er landslæknaembætið yvirtikið.

Við heimild í kongligu fyriskipanini eru settar í gildi:

– B. nr. 739 af 11.09.1995 for Færøerne om Landslægens opgaver i

forhold til dag- og døgninstitutioner m.v.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!