24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

320 · Hvítabók – Fylgibind 2

Fólkapensión

Lb. nr. 103 af 02.03.1988, som senest ændret ved Ll. nr. 37 af

16.04.1997

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru landsstýrismaðurin í almannamálum,

Almanna- og heilsumálastýrið, Almannastovan, kærunevndin í

almannamálum, kommunurnar og sjúkrakassarnir.

Landsstýrismaðurin í almannamálum kann áseta neyvari reglur

sambært lógini.

Tann, ið søkir um fólkapensión, skal senda Almannastovuni umsóknina.

Kommunan, har viðkomandi býr, skal vátta umsóknina, og

sjúkrakassin, har viðkomandi er limur, skal eisini vátta oyðublaðið.

Almannastovan umsitur lógina. Almanna og heilsumálastýrið umsitur

umsóknirnar um framskundaða fólkapensión og játtar umsóknunum

eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum.

Avgerðir, sum Almannastovan tekur, kunnu verða kærdar til kærunevndina

í almannamálum.

Málsøkið er felagsmál, sum er fyrisitingarliga yvirtikið í 1975.

2. Lóggáva

Endamálið við verandi lóg er at veita fólki yvir 67 ár fólkapensión.

Lógin heimilar tó fólkapensión til einligar kvinnur millum 62 og 67

ár, framskundaða fólkapensión, og pensión til kvinnur millum 62 og

67 ár, um tær eru giftar við pensiónistum.

Økið er felagsmál. Lógin er fólkatingslóg, sum er sett í gildi fyri alt

ríkið.

Hesar lógarbroytingar og kunngerðir eru settar í gildi við heimild í

lógini:

– L. nr. 1075 af 23.12.1992.

– L. nr. 393 af 20.05.1992.

– L. nr. 393 af 22.06.1993

– L. nr. 277 af 06.04.1994

– L. nr. 1131 af 21.12.1994

– K. nr. 43 frá 24.03.1993 um afturgjaldsskyldu viðvíkjandi

útreiðslum til egnan bústað.

– K. nr. 36 frá 22.03. 1993 um avlamis- og fólkapensión

– K. nr. 49 frá 20.04. 1994 um umsorgararbeiði fyri pensiónistar.

– K. nr. 151 frá 24.11.1997 um stuðul til heiligvág eftir forsorgarlógini,

fólkapensiónslógini og avlamispensiónslógini.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!