24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Kapittul 2

Almanna- og heilsumálastýrið · 275

Fólkatingslógir, settar í gildi fyri Føroyar

Serforsorgin

Hesin kapittul snýr seg serliga um lógir, sum eru samtyktar á Fólkatingi,

men sum eisini skula galda í Føroyum. Ymsar mannagongdir

eru í sambandi við hesar lógir, men tær vanligu eru hesar báðar:

• Í donsku lógini verður ásett, at lógin hevur ikki gildi í Føroyum,

men at lógin kann verða sett í gildi við kongligari fyriskipan. Lógin

verður hereftir lagað til føroyskar umstøður, verður løgd fyri

Løgtingið til samtyktar og fær gildi í Føroyum, tá hon er lógliga

kunngjørd her. (Kongelig anordning nr. … af … om ikrafttræden

på Færøerne af lov om …”).

• Ein serlig lóg fyri Føroyar, sum er skræddaraseymað til føroysk

viðurskifti, verður samtykt á Fólkatingi. Lógin fær gildi í Føroyum,

tá hon er kunngjørd eftir teimum reglum, sum galda her,

t.e., at hon eisini er kunngjørd í Føroyum (”Lov nr … af … for

Færøerne om …”).

L.nr. 719 af 18.11.1987 om udlægning af særforsorgen m.v. på Færøerne.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Sambært lógini eru fyrisitingarligu myndugleikarnir heimastýrið og

Skúlin á Trøðni. Síðan lógin kom í gildi, eru tó framdar bygnaðarbroytingar

í almennu umsitingini, sum hava ført við sær, at fyrisitingarmyndugleikarnir

nú eru landsstýrismaðurin í almannamálum, Skúlin

á Trøðni og Serforsorgin, (sum er partur av nýggjum stovni:

„Heimarøktin og serforsorgin”).

Serforsorgin hevur ábyrgdina av øllum viðurskiftum hjá brekaðum,

bæði tá talan er um viðgerð, arbeiði og upplæring. Eisini hevur Serforsorgin

eftirlit við bústovnum og verkstøðum fyri brekað.

Uppgávan hjá Skúlanum á Trøðni er at undirvísa og uppvenja tey

brekaðu, og landsstýrismaðurin í almannamálum hevur ábyrgdina av

at gera útfyllandi lógararbeiði, t.e. kunngerðir, reglugerðir o.a., sum

viðvíkir brekaðum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!