24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

1.16. Niðurstøður

Vinnumálastýrið · 189

Vilja føroyingar yvirtaka raksturin av flogvøllinum í Vágum, hevur

hetta kostnað við sær. Verandi fíggjarætlan hjá SLV vísir eitt rakstrarhall

fyri 1998, áðrenn rentur og avdráttir, upp á – 3,6 mió. kr., sum minka

til – 2,1 mió. kr. ár 2002. Eftir rentur og avskrivingar eru høllini somu

ár ávikavist – 8,9 mió. kr. og – 5,9 mió. kr. Hesar metingar eru gjørdar

út frá galdandi ráðlegging, sum hevur hesar fyritreytir: Løguætlan upp

á í miðal 2,2 mió. kr. um árið, at ferðafólkatalið økist við 5% um árið,

og at flúgvingin fer at økjast við 2,5% fram til ár 2002.

Avtala verður gjørd við SLV, (Ferðslumálaráðið), um framhaldandi at

veita tær tænastur, sum flogvøllurin í Vágum nú rindar SLV fyri, tá

ið loftferðsla verður føroyskt málsøki. Hetta hevur ongan meirkostnað

við sær.

Flogfarið hjá Atlantsflogi og tyrlan hjá Landsstýrinum, sum nú eru

skrásett í donsku tjóðskaparskránni, kunnu í staðin verða skrásett í

Skráseting Føroya og fáa føroysk tjóðskapareyðkenni.

Neyðugt verður at gera samstarvsavtalu við skaðanevndina, (Havarikommissionen

for civil luftfart), soleiðis at hon eisini kannar tilburðir,

um eitt føroyskt skrásett flogfar skuldi verið fyri óhappi. Verður goldið

eftir íbúgvatali, kostar tænastan bert 41 tús. kr. um árið.

Lýsingarnar byggja á, at rættarreglurnar verða óbroyttar, og at umsitið

verður á sama hátt sum nú. Donsk málsøki verða føroysk, um málsræðið

verður flutt til Føroya.

Donsku rættarreglurnar, sum galda fyri Føroyar, kunna verða býttar

í tvey. Ikki yvirtikin málsøki og yvirtikin málsøki, har ávísar rættarreglur

framvegis eru danskar.

Nógvar av donsku rættarreglunum hava ongan praktiskan týdning

í Føroyum. Dømi um hetta er lógin um kjarnorku.

At rættarreglurnar eru á donskum, er eingin trupulleiki. Vit hava

fleiri danskar rættarreglur í gildi í Føroyum frá árunum undan heimastýrinum

og fyri seinni yvirtikin málsøki. Dømi um hetta eru ráevni í

undirgrundini.

Í sambandi við fullveldi kunnu donsku rættarreglurnar verða tillagaðar

til føroysk viðurskifti í teimum førum, har tað er neyðugt.

Eitt umfatandi danskt málsøki er flogferðsla. Um flogferðslu hava

tingingar verið millum danskar og føroyskar myndugleikar um at yvirtaka

flogvøllin, treytað av at danir rinda ávísar útbyggingar áðrenn.

Einki er til hindurs fyri, at føroyskir myndugleikar yvirtaka heimild-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!