24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

322 · Hvítabók – Fylgibind 2

lógir og aðrar skipanir so sum forsorgarlógin og avsláttur við strandferðsluni,

dekka sama endamál.

Hinar viðbøturnar, fyritíðarviðbótin, óarbeiðsførisviðbótin og

pensiónsviðbótin, verða lagdar saman til eina viðbót. Ætlanin er, at

viðbótin til fólkapensiónistar í minsta lagi skal svara til pensiónsviðbótina,

sum er. Viðbótin til hægstu fyritíðarpensión skal í minsta lagi

svara til pensiónsviðbót, fyritíðarviðbót og óarbeiðsførisviðbót til

samans, viðbótin til miðal fyritíðarpensión skal svara til pensiónsviðbót

og fyritíðarviðbót til samans, og viðbótin til lægstu fyritíðarpensión

skal svara til pensiónsviðbótina í dag. Upphæddirnar verða

ásettar í serligari løgtingslóg.

Reglur um, hvat hendir við pensiónini, tá ið pensiónistur fær uppihald

á ellis- og røktarheimi, stovni sambært forsorgarlógini ella líknandi

almennum ella alment góðkendum stovni, umframt reglur um

gjald fyri uppihaldið, verða gjørdar í serligari løgtingslóg, sum verður

løgd fyri ting í næstum.

Nógvir myndugleikar eru við í fyrisitingini av pensiónum eftir galdandi

lóg: Kommunustýrið, sýslumenn, Føroya landfúti, Almanna- og

heilsumálastýrið (eisini í einstaklingamálum), Vanlukkutryggingarráðið

og Almannastovan. Eftir uppskotinum koma einans Almannastovan

og Vanlukkutryggingarráðið at hava fyrisitingina av einstaklingamálum.

Den Sociale Ankestyrelse í Danmark er kærumyndugleiki fyri avgerðir

hjá Vanlukkutryggingarráðnum um avlamispensión. Henda

skipan kann halda fram, hóast eingin áseting er um tað í rammulógini.

Eftir avtalu tryggjar Almannamálaráðið, at fyritreytirnar fyri tí eru

í lagi. Donsku myndugleikarnir gera neyðugar tillaðingar í reglunum,

soleiðis at avgerðir hjá Vanlukkutryggingarráðnum um fyritíðarpensión

fyri avlamni framhaldandi kunnu verða kærdar til Sociale

Ankestyrelsen. Landsstýrismaðurin hevur tó heimild til at leggja

henda kærumyndugleika til kærunevndina í almannamálum.

Ásetan og javnan av almannaveitingum

Ll. nr. 105 frá 29.12.98.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingligu myndugleikarnir eru landsstýrismaðurin í almannamálum

og Almannastovan.

Landsstýrismaðurin í almannamálum kann áseta neyvari reglur á

økinum.

Almannastovan umsitur lógina.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!