24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Kapittul 1

1.1. Samandráttur og niðurstøður

Fiskimálastýrið · 137

Lógarøkini, sum Fiskimálastýrið umsitur, og har føroysk og donsk lóggáva

eru samantvinnaðar, kunnu í høvuðsdráttum liðast sundur í

tríggjar partar: fiskivinnumál, sjóvinnumál og skrásetingarmál, og er

tað serliga á teimum báðum seinni nevndu, at talan er um danska

lóggávu, sum er sett í gildi í Føroyum, og í ávísum førum eisini um

beinleiðis danska fígging. Fiskivinnulóggávan er øll føroysk, tá ið undantiknar

eru ásetingar um fiskimark og uttanríkisøkið, og tí verður

hon ikki nógv viðgjørd í hesi frágreiðing.

Eins og sæst í frágreiðingini, er tað í sambandi við fiskivinnumál

serliga talan um lóggávuna um „Danmarks Riges Fiskeriterritorium“

og kunngerðina um „Fiskieriterritoriet ved Færøerne.“ Tað er henda

lóggáva, sum ásetir fiskimarkið um Føroyar. Til tess at útinna eftirlit

og bjarging á sjónum hava Fiskiveiðueftirlitið og Færøernes

Kommando røkt uppgávuna í felag. Í sambandi við fullveldi verður tí

neyðugt, at gjørd verður føroysk lóggáva um fiskimarkið, og at Fiskiveiðueftirlitið,

umframt at taka sær av eftirliti og bjarging á sjónum,

eisini røkir uppgávuna at verja sjómarkið, t.e. at hevda fullveldið.

Sambært § 8, stk. 3 og 4 í heimastýrislógini og sambært siðvenju

hevur heimastýrið í ávísum førum heimild at tingast við og gera avtalur

við onnur lond. Hetta er m.a. galdandi fyri fiskivinnuavtalur og

millumlandasáttmálar, og verður tað vanliga gjørt við hjálp frá donsku

uttanríkistænastuni. Í sambandi við fullveldi eiga Føroyar beinanvegin

at biðja um sjálvstøðugan limaskap í millumlandafelagsskapunum

NAFO, NEAFC, NASCO, ICCAT og NAMMCO og í millumlanda

havrannsóknarráðnum ICES. Sum er gjalda Føroyar fyri limaskap í

nevndu felagsskapum, og fer sjálvstøðug umboðan tí ikki at hava

fíggjarligar meirútreiðslur við sær. Spurningurin um limaskap í IWC

má takast upp alt eftir tørvi. Limagjaldið í IWC verður sum er, rindað

av Danmark.

Lóggávan um sjóvinnumál er lutvíst donsk og lutvíst yvirtikin sum

føroyskt sermál. Tá ið skipaeftirlit er undantikið, umsita føroyskir

myndugleikar alla lóggávuna, tó at hetta verður gjørt í samstarvi við

danskar myndugleikar, kanska serliga í sambandi við lóggávuarbeiði í

altjóða nevndum og ráðum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!