24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

4.6. Biofar

Undirvísingar- og mentamálastýrið · 237

stovuna, ið liggur í París, tekur Kongliga Bókasavnið sær av – eisini í

føroyskum málum.

Mett verður, at Landsbókasavnið lættliga kann yvirtaka umsitingina

á hesum økinum, og hetta fer ikki at hava fíggjarligar avleiðingar av

týdningi.

Føroya Landsbókasavn

Føroya landsbókasavn hevur óformligt samstarv við nógvar danskar

stovnar, haðani vit fáa/keypa ráð og tænastur. Afturfyri gevur Føroya

Landsbókasavn ráð og tænastur eftir tørvi. Umframt Kongliga Bókasavnið

og Statsbókasavnið í Århus verður m.a. samstarvað við hesar

donsku stovnar: Dansk Biblioteks Center, Biblioteksstyrelsen, Danmarks

Biblioteksskole, Dansk Blindebibliotek o.fl.

BIOFAR – Zoologisk Museum

BIOFAR hevur avtalu við Zoologisk Museum í Keypmannahavn um,

at tey vísindaliga nýggju dýrini, sum verða funnin, skulu verða latin

teimum í varðveitslu.

Skal henda varðveitsla verða flutt á føroyskan stovn, krevur tað, at

starvsfólk verður sett at røkja tílíkt savn og at hóskandi høli verða

funnin til hetta. Dýrini skulu tó ikki latast Biofar-royndarstovuni,

men Føroya Náttúrugripasavni í varðveitslu.

4.7. Føroya Landsskjalasavn

Føroya Landsskjalasavn – Statens Arkiver

Høvuðssamstarvsstovnar í Danmark eru Statens Arkiver, sum fevna

um Rigsarkivet og tey fýra landsarkivienie. Allir stovnarnir eru undir

danska Mentamálastýrinum. Landsstýrið hevur gjørt avtalu við

danska Forsætismálaráðið, undirritað ávikavist 30.03.1990 og

12.10.1990. Landsskjalasavnið er við hesi avtalu altíð bundið at halda

galdandi danskar reglur fyri skjalasøvn ríkisins í Føroyum. Annars

tryggjar avtalan, at skjølini hjá øllum ríkisstovnum, uttan hernaðarstovnum,

verða varðveitt í Føroyum á Landsskjalasavninum. Hetta

hevur søguvísindaligan týding, av tí at hesi skjøl eru týðandi keldur

til Føroya søgu.

Landsskjalasavnið hevur týðandi samstarv við samstarvstovnarnar,

og heldur seg til teirra vegleiðingar, krøv og siðvenju.

Tað verður neyðugt at endurskoða skjalasavnsavtaluna í sambandi

við møguligt fullveldi. Aðalsamráðingar mugu fara fram um tey savnindi,

sum viðvíkja Føroyum, sum hava danskan uppruna, men sum

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!