24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

236 · Hvítabók – Fylgibind 2

leggingini varð lógin um DGU tikin av. Nýggja lógin við viðmerkingum

nevnir einki um Føroyar.

Formliga sambandið, ið nú er við GEUS verður lýst niðanfyri:

GEUS er skipað av einum 13-manna stýri, útnevnt av danska Umhvørvis-

og Orkumálaráðnum. Ein av limunum verður útnevndur av

Føroya Landsstýri. Í verandi 4-ára skeiði, ið rennur út ár 2001, er

Martin V. Heinesen stýrislimur,og Árni Olafsson er varalimur.

Ein 5-manna stýrisbólkur er settur at viðgera og góðkenna stevnumiðini

fyri virksemið, sum fatar um Føroyar. Tríggir føroyskir limir

eru í stýrisbólkinum.

Karmarnir um virksemið hjá GEUS, sum viðvíkja Føroyum, eru

ásettir í samstarvsavtaluni frá 1994, sum eisini setir karmarnar um

ábyrgdarbýtið millum JFS og GEUS.

Ætlanin er, at ein kunngerð skal setast í gildi fyri GEUS. Við

støði í økisgranskingarlógini (granskingardeildarlógini) skal hon

útgreina arbeiðsøkið hjá GEUS neyvari í síni heild. Eftir áheitan

frá danska Umhvørvis- og Orkumálastýrinum hevur landsstýrið

(Undirvísingar- og mentamálastýrið) nýliga gjørt viðmerkingar til

málið. Stýrið mælir í sínum svarskrivi frá, at okkurt serstakt

verður sett í kunngerðina um virksemið hjá GEUS, sum viðvíkur

Føroyum, og mælir heldur til, at rúm verður givið í sjálvari lógini

fyri, at serstakar samstavsavtalur kunnu gerast millum landsstýrið

og donsku stovnarnar, ið lógin fatar um. Nýggj donsk kunngerð

er í umbúna hesum viðvíkjandi, har Føroyar verða nevndar í §

10.

Fígging

Jarðfrøðiliga arbeiðið í GEUS, Føroyum viðvíkjandi, verður partvís

fíggjað av almennu donsku fíggjarjáttanini, partvís av inntøkugevandi

virksemi og partvís úr Føroyum.

4.5. Føroya Landsbókasavn

Føroya Landsbókasavn – Kongliga Bókasavnið

Síðani 1995 hevur Føroya Landsbókasavn umsitið føroyska partin av

teimum báðum altjóða skrásetingarskipanunum ISBN og ISSN. Her

skal leggjast afturat, at ISBN-skipanin, sum fevnir um bókaskráseting,

verður umsitin av Føroya Landsbókasavni einsamøllum við beinleiðis

sambandi til høvuðsskrivstovuna í Berlin, meðan ISSN-skipanin, ið er

skráseting av tíðarritum, verður umsitin av Kongliga Bókasavninum

og Føroya Landsbókasavni í felag. Sambandinum við høvuðsskriv-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!