24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

1.2. Fjølmiðlaábyrgd

Undirvísingar- og mentamálastýrið · 215

Eftir nýggju fjølmiðlalógini eru somu ábyrgdarreglur galdandi fyri allar

fjølmiðlar, bæði fyri revsing og endurgjaldsábyrgd. Eftir nýggju lógini

er somuleiðis álagt fjølmiðlunum at nýta góðan fjølmiðlasið, t.e.

at vísa etiska ábyrgd. Klagur um ikki at hava hildið etiskar reglur

kunnu eisini verða kærdar til fjølmiðlanevndina.

Í 1996 varð uppskot um ríkislógartilmæli lagt fyri løgtingið um

nýggja fjølmiðlaábyrgdarlóg (løgtingsmál nr. 82/1996). Uppskotið

varð samtykt, og verður nú bíðað eftir, at ríkislógartilmælið kemur

aftur úr Danmark. Í donsku fjølmiðlaábyrgdarlógini stendur í § 55,

stk. 2, at lóg nr. 147 frá 13. apríl 1938 om pressens brug fer úr gildi.

Tá ið lógin um fjølmiðlaábyrgd kemur í gildi í Føroyum, verður

henda lóg sett úr gildi.

Fyrisiting

Tað danska Løgmálaráðið velur teir tríggjar limirnar í „berigtigelsesnævnet”.

Bøtur, sum verða dømdar eftir hesari lóg, verða goldnar í

danska statskassan, og mál um lógarbrot verða viðgjørd sum løgreglumál.

Umframt hetta stendur einki í lógini um, hvør fyrisitingarmyndugleikin

er.

Fígging

Í viðmerkingunum til fjølmiðlaábyrgdarlógina stendur, at uppskotið

kostar einki fyri landskassan, og grundað á hetta, verður ikki mett, at

málið kostar nakað.

L. nr. 348 af 06.06.1991 om medieansvar við seinni broytingum er samtykt

í Løgtinginum, men er í løtuni í danska Løgmálaráðnum. Lógin skal

avloysa L. nr. 147 af 13.04.1938 om pressens brug.

Í 1996 varð uppskot um ríkislógartilmæli lagt fyri løgtingið um

nýggja fjølmiðlaábyrgdarlóg (løgtingsmál nr. 82/1996). Uppskotið

varð samtykt, og verður nú bíðað eftir, at ríkislógartilmælið kemur

aftur úr Danmark.

Lóggáva

Eftir nýggju fjølmiðlalógini eru somu ábygdarreglur galdandi fyri allar

fjølmiðlar, bæði fyri revsing og endurgjaldsábyrgd. Eftir nýggju lógini

er álagt fjølmiðlunum at nýta góðan fjølmiðlasið, t.e. at vísa etiska

ábyrgd. Klagur, um ikki at hava hildið etiskar reglur, kunnu eisini

verða kærdar til fjølmiðlanevndina.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!