24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Løgmansskrivstovan · 63

hevur føroyska skrásetingareftirlitið ávísar heimildir í føroyku lógini

at krevja ríkismyndugleikar í Føroyum eftir upplýsingum.

Fullveldi ger, at danska lógin, ið er sett í gildi fyri ríkismyndugleikar

í Føroyum, verður sett úr gildi.

Fyrisitingarliga og fíggjarliga verða ongar broytingar av, at málsøkið

burturav kemur undir føroyskt málsræði.

Niðurstøða:

Ríkismyndugleikarnir hava lóggávuheimildina á økinum „ríkislóggáva.“

Tá ið ríkislóggáva verður sett í gildi í Føroyum, verður málið

sent heimastýrinum til ummælis sambært heimastýrislógini § 7.

Áheitanin um at seta ríkislóggávu í gildi kemur í alra flestu førum

frá ríkismyndugleikunum, men kann eisini koma frá heimastýrinum.

Tá ið undantikið er málsøkið „grundlógin, Fólkatingið, umboðsmaður

Fólkatingsins, ríkisarvingalógin, ríkisborgararættur, ríkismyndugleikar,

útlendingar og pass,“ so setir fullveldi ikki serlig krøv

til lóggávu, annað enn nakrar smávegis lógarbroytingar á sivilrættarliga

økinum.

Á sivilrættarliga økinum verður mett, at fimm ársverk kunnu umsita

økið. Hetta kostar 1,5 mió. kr. um árið.

Einum ávísum umsitingararbeiði má eisini roknast við av at týða

lóggávuna til føroyskt. Hetta er tó ikki neyðugt fyri tað, um økið

kemur undir føroyskt málsræði, men ynskiligt er í longdini, at øll lóggáva

verður orðað á føroyskum.

Tað ber illa til at meta um lóggávuarbeiðið og fyrisitingarligu og

fíggjarligu avleiðingarnar á málsøkinum, „grundlóg, Fólkating, umboðsmaður

Fólkatingsins, ríkisarvingalógin, ríkisborgararættur, ríkismyndugleikar

útlendingar og pass,“ fyrr enn sáttmálin, ið skal gerast

millum Føroyar og Danmark, er gjørdur. Men meginparturin av

arbeiðinum, sum kemur undir nevnda málsøki, hoyrir til arbeiðssetningin

hjá grundlógarnevndini.

Sjálvt um heimastýrið ummælir mál sambært útlendingalógini, so

kann ikki sigast, at skipanin, sum er, kostar heimastýrinum nakað.

Um so verður, at føroyingar fáa serligan heimarætt og serliga útlendingalóggávu,

so skal økið umsitast. Hvussu stór henda umsiting

verður, ber illa til at meta um, tí tað hevur ikki verið møguligt at

fingið upplýst, hvussu nógva orku Útlendingastýrið brúkar til mál, ið

viðvíkja Føroyum, men færri enn 4 ársverk kunnu neyvan umsita

skipanina.

At ríkislóggávan, ið her er viðgjørd, kemur undir føroyskt málsræði,

kemur at seta nýggj krøv til løgdeildina.

Neyðugt verður tí at fáa meiri arbeiðsorku á løgdeildini og at

menna hana fakliga, soleiðis at hon eisini í framtíðini kann fylgja

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!