24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

4.9. Ferðavinnumál

4.10. Niðurstøður

Vinnumálastýrið · 207

Ferðaráð Føroya

Formligt samstarv

Danmarks Turistrråd: Avtala er við Danmarks Turistråd um marknaðarføring

og messuluttøku. Avtalan kostar 241 tús. kr. um árið. Avtalan

hevur við sær, at Føroyar fáa fría útbreiðslu av høvuðsfaldara,

og at Føroyar verða profileraðar í faldara hjá Danmarks Turistråd. DT

samskipar eisini føroyska luttøku á WTM-messuni í London.

Óformligt samstarv

Einki

Lýsingin av formliga og óformliga samstarvinum hevur tikið støði í

samstarvinum millum føroyskar og danskar stovnar.

Grundleggjandi byggir meginparturin av samstarvinum á tey

starvssambond, sum fólk í føroysku og donsku umsitingini hava. Harafturat

hava føroyskir stovnar nógv samskifti ígjøgnum norðurlendska

samstarvið, har føroyskir og aðrir samsvarandi stovnar hittast.

Samstarvið, sum nú er, hevur stóran týdning fyri føroysku stovnarnar.

Danskir stovnar veita teimum føroysku nógva, fakliga hjálp,

sum er ring at kostnaðarmeta. Meginparturin av samstarvinum er

óformligt, t.e. ikki lýst í nakrari avtalu millum Føroya og Danmarkar.

Tað er umráðandi, at hetta samstarv heldur fram, hóast ríkisrættarliga

støðan millum londini verður broytt. Samstarvinum eigur tí at verða

tryggjað eitt framhald í einum protokollati millum londini í sambandi

við samráðingar.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!