24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

132 · Hvítabók – Fylgibind 2

Tí eigur at verða samráðst við danir um samstarv, so føroysku peningastovnarnir

framhaldandi vera við í skipanini við somu rættindum

og skyldum, sum teir donsku.

Krøv til fígging, tá ið málsøkið gerst føroyskt

Í Búskaparmálaráðnum er deild, sum varðar og umsitur økið, ið sostatt

er fíggjað av ríkismyndugleikunum.

Í Føroyum umsitir ein fulltrúi í Fíggjarmálastýrinum økið saman

við øðrum málum, so har verður ikki stórvegis broyting, men roknast

kann við, at umsitingin her verður nakað størri.

Hinir partarnir av økinum, t.d. Fíggjareftirlitið, verða í høvuðsheitum

rindaðir av peningastovnunum. Í banka- og sparikassalógini er

ásett, at peningastovnarnir rinda tað eftirlit, sum staturin hevur. Gjaldið

frá tí einstaka peningastovninum verður ásett eftir skuld og ábyrgd.

Tað eftirlit, sum Fíggjareftirlitið eftir virðisbrævahandilslógini hevur

við øðrum virkjum, verður goldið av hesum virkjum, og gjaldið

verður ásett eftir tí orku, sum nýtt verður til eftirlitið.

Útreiðslurnar til innsetaratrygdargrunnin rinda peningastovnarnir

og ikki tað almenna. Lógin um fyribyrgjandi tiltøk móti peningahvítting

hevur ikki almennar útreiðslur við sær, men ásetir reglur fyri fíggjarstovnar

um, hvussu teir skulu fyribyrgja peningahvítting.

Samanumtikið kann verða sagt, at verður hildið fast um ta meginreglu,

at eftirlit og partar av fyrisiting annars verða fíggjað av stovnunum,

hevur tað ikki við sær stórvegis útreiðslur fyri landskassan, tá

ið málið gerst føroyskt.

Tó kann roknast við, at eitt føroyskt fíggjareftirlit kemur at kosta

tí almenna nakað.

Sum er, gjalda føroysku peningastovnarnir smáar upphæddir til

fíggjareftirlit, av tí at teir eru so smáir aftur ímóti donsku peningastovnunum.

Upphæddirnar, teir nú gjalda, eru ikki nóg mikið til eitt

sjálvstøðugt, føroyskt fíggjareftirlit.

Tryggingareftirlitið kostar í løtuni á fíggjarlógini 1/2 millión krónur.

So leingi støða ikki er tikin til, hvussu føroyska fíggjareftirlitið skal

verða skipað, og heldur ikki, hvørjar uppgávur skulu verða lagdar til

eftirlitið, er ikki lætt at meta um kostnaðin. Men roknað má verða

við, at tað kostar nakað av almennum peningi, umleið 3 milliónir

krónur, íroknað ta 1/2 milliónina til tryggingareftirlitið, sjálvt um

hildið verður fast við, at stovnarnir fíggja eftirlitið so nógv, sum gjørligt

er.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!