24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

328 · Hvítabók – Fylgibind 2

Kapittul 5

Rammulógin um heilsuverkið í Føroyum, við

útfyllandi lóggávu

Rammulógin um heilsuverkið í Føroyum

L. nr. 316 af 17.05.1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne.

Tann 6. apríl 1993 varð avtala gjørd ímillum donsku stjórnina og føroyska

heimastýrið um, at heimastýrið skuldi yvirtaka ávís øki á

heilsuøkinum. Tí varð gjørd nevnda rammulóg, ið áleggur og gevur

føroyska heimastýrinum heimild til at áseta reglur um uppgávur, veitingar

og fyrisiting í heilsuverkinum viðvíkjandi:

1) Sjúkrahúsverki

2) Kommunulæknaskipan

3) Heilsusystraskipan

4) Heimasjúkrasystraskipan

5) Skúlalæknaskipan

6) Tannrøktarskipan

7) Sjúkratrygging

Orðið „rammulóg“ merkir, at føroyska heimastýrið innan fyri ávísar

rammur hevur fingið heimild til at áseta føroyskar reglur. Heimildin

sambært hesi lóg til at áseta reglur verður trongt tulkað, t.e., at hon

umfatar bert tey øki, sum eru nevnd omanfyri. Sum dømi kann verða

nevnt, at heimildin til at gera lóg um sjúkrahúsverkið bert umfatar

lóg um sjálvt sjúkrahúsverkið. Hon fær ikki verið tulkað til at umfata

reglusmíð um t.d. „Patientforsikring“ ella „Patienters rettigheder.“

Hesar lógir mugu enn verða settar í gildi í Føroyum við kongligari

fyriskipan.

Rammulógin ásetir, at tær donsku lógir, ið eru í gildi í Føroyum á

hesum økjum, verða verandi í gildi, til føroyskar løgtingslógir koma í

staðin.

Økini, sum nevnd eru omanfyri, eru yvirtikin við § 9-yvirtøkum.

Tað merkir, at føroyska heimastýrið hevur fingið heimild til at gera

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!