24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

330 · Hvítabók – Fylgibind 2

sjúkrahúsum verður ókeypis viðgerð veitt fólki, ið býr uttanlands,

men sum er í Føroyum fyribils, at summar viðgerðir verða veittar

ókeypis, sama, hvar sjúklingurin býr, at í serligum førum kann gjald

verða álagt fyri ávísar viðgerðir og veitingar ella fyri viðgerð á ávísum

stovnum. Harumframt kann landsstýrismaðurin áseta reglur um fólk,

sum sambært hesi lóg ikki hevur rætt til ókeypis viðgerð, reglur um

flutning ella ferðaendurgjald til sjúklingar, sum við samtykt frá sjúkrahúsverkinum

fara úr Føroyum at fáa viðgerð í øðrum londum, reglur

um at rinda aðrar útreiðslur í sambandi við at sjúklingar, sum við

samtykt frá sjúkrahúsverkinum verða sendir úr Føroyum til viðgerðar

í øðrum londum, og reglur um, í hvørjum øðrum førum flutningur

ella ferðaendurgjald verða latin. Landsstýrismaðurin kann áseta mark

fyri ferðaútreiðslunum og áseta neyvari reglur um, hvussu flutningur

og ferðaendurgjald verða veitt, umframt onnur gjøld fyri aðrar neyðugar

ferðaútreiðslur í sambandi við hetta.

Landsstýrismaðurin er eisini kærumyndugleiki í avgerðum, sum

leiðslan fyri sjúkrahúsverkið hevur tikið um rætt til viðgerð, flutning

ella ferðaendurgjald. Kært skal verða innan 4 vikur eftir, at kærarin

hevur fingið fráboðan um avgerðina. Landsstýrismaðurin kann áseta,

at heimildin hjá honum sum kærumyndugleiki kann verða løgd til

eina kærunevnd.

Uppgávan hjá Sundhedsstyrelsen sambært lógini er at hava eftirlit

við føroyska sjúkrahúsverkinum.

Viðvíkjandi teimum myndugleikum, sum sambært lógini eru føroyskir,

verður eingin broyting í støðuni, um vit fáa fullveldi.

2. Lóggáva

Lógin ásetir reglur um tey trý sjúkrahúsini: Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar

sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Lógin ásetir eisini reglur um

læknavirksemið á sjúkrahúsunum og um rættin hjá borgarum til veitingar

í sjúkrahúsverkinum.

Føroyingar hava uppfylt rammulógina á hesum øki við at seta løgtingslóg

í gildi. Sostatt verða eingi krøv sett til lóggávu í sambandi

við fullveldi. Tó verður viðmerkt, at fleiri kunngerðir enn ikki eru

tillagaðar til sjúkrahúsverkið. Ætlanin er at gera hetta sum skjótast,

av tí at nógv ivamál dagliga eru í sjúkrahúsverkinum, við tað at økið

ikki er nóg reglusett.

Kunngerðir, settar í gildi sambært lógini:

– K. nr. 104 frá 22.06.1995 um flutnings- og ferðaendurgjald til

sjúklingar innanoyggja.

– K. nr. 124 frá 23.10.1996 um sjúkrahúsráð, seinast broytt við K.

nr. 74 frá 12.10.1998 (Eisini broytt við K. nr. 27 frá 25.03.1997).

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!