24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

2 – Hvítabók – Fylgibind 2

Samandráttur og niðurstøður · 17

taka við teirri ábyrgd og tí myndugleika, sum danski búskaparmálaráðharrin

nú hevur sum ovasti fyrisitingarligi myndugleiki á økinum.

Tann týdningarmesti stovnurin, tá um eftirlit ræður, er Fíggjareftirlitið.

Hann hevur umsjón við, at ásetingarnar í lógum og kunngerðum

verða hildnar.

Í einum føroyskum fullveldi skal eitt føroyskt fíggjareftirlit hava

tær uppgávur, sum danski stovnurin higartil hevur røkt í Føroyum.

Føroyska fíggjareftirlitið eigur, umframt av hava eftirlit við bankum

og sparikassum, at hava eftirlit við tryggingarfeløgunum og øðrum

fíggjarligum stovnum og grunnum. Danska fíggjareftirlitið hevur t.d.

havt eftirlit við Framtaksgrunninum og Fíggingargrunninum.

Eftirlitið við gjaldskortum kundi eisini ligið hjá føroyska fíggjareftirlitinum.

Umframt sjálva eftirlitsuppgávuna hevur danska fíggjareftirlitið frá

búskaparmálaráðharranum fingið til uppgávu at gera ein part av

teimum neyðugu kunngerðunum á økinum. Fíggjarmálastýrið skjýtur

upp at gera tað sama í Føroyum, tí eisini í føroyska fíggjareftirlitinum

verður tann neyðugi yrkisførleikin.

Kortini verður mælt til, at føroyska fíggjareftirlitið ger samstarvsavtalu

við danska fíggjareftirlitið ta fyrstu tíðina. Hetta kann vera

praktiskt, bæði tí danska fíggjareftirlitið hevur havt eftirlit við okkara

peningastovnum higartil, og tí føroyska lóggávan fer at líkjast mest tí

donsku – ið hvussu er ta fyrstu tíðina.

Fíggjarmálastýrið metir, at tað fer at taka eitt til hálvt annað ár, til

eitt føroyskt fíggjareftirlit kann virka sjálvstøðugt.

Kostnaður

Í høvuðsdráttum rinda peningastovnarnir fyri fíggjareftirlitið. Í bankaog

sparikassalógini er ásett, at peningastovnarnir skulu rinda fyri tað

eftirlit, sum staturin ger. Gjaldið hjá tí einstaka peningastovninum

verður ásett eftir skuld og ábyrgd.

Tað eftirlit, sum Fíggjareftirlitið eftir virðisbrævahandilslógini hevur

við øðrum virkjum, verður goldið av hesum virkjum, og gjaldið

verður ásett eftir tí orku, sum brúkt verður til eftirlitið.

Tó er at vænta, at eitt føroyskt fíggjareftirlit kemur at kosta tí almenna

nakað. Sum er, gjalda føroysku peningastovnarnir smáar upphæddir

fyri fíggjareftirlit, av tí at teir eru so smáir afturímóti donsku

peningastovnunum. Hesar upphæddir eru ikki nóg mikið til at fíggja

eitt sjálvstøðugt, føroyskt eftirlit.

So leingi støða ikki er tikin til, hvussu føroyska fíggjareftirlitið verður

skipað, og hvørjar uppgávur tað skal hava, ber illa til at meta um

kostnaðin. Men sjálvt um hildið verður fast við, at stovnarnir skulu

fíggja sum mest av eftirlitinum, má roknast við, at tað fer at kosta

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!