24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Undirvísingar- og mentamálastýrið · 243

ild hevur ongantíð verið nýtt, men landsstýrið/Løgtingið setur í staðin

hvørt ár eina ávísa upphædd á fíggjarlógina til Føroya Kirkjugrunn.

Men í lógini stendur einki um hetta. Seinastu árini hevur játtanin til

kirkjugrunnin verið 3. mill.kr. Peningurin í kirkjugrunninum verður

nýttur til viðlíkahald av kirkjum uttan og at byggja nýggjar kirkjur

fyri. Orsakað av kreppuni fyrst í 1990-árunum varð hetta broytt, so

styrkur ikki longur verður latin til nýbygging av kirkjum. Játtanin til

kirkjugrunnin varð tá minkað munandi, og tí gjørdi Kirkjustjórnin av

at leggja størsta dentin á viðlíkahald.

Í roynd og veru heimilar 1924 lógin bara at nýta pening til vanligan

rakstur og viðlíkahald av kirkjunum, sb. § 3 í lógini, og galdandi reglur

um at seta størv í fólkakirkjuni í Føroyum snúgva seg bara um at seta

prestar. Kortini hava einstøk kirkjuráð sett skrivstovufólk fyri at lætta

um hjá prestinum, og summi gjalda „ løn“ til urguleikara o.o. Kirkjuráðini

skulu sambært 1924 lógini senda inn fíggjarætlan til Kirkjustjórnina

til góðkenningar. Lógin ásetur, at fíggjarætlan kirkjunnar í

seinasta lagi 30. september skal sendast Kirkjustjórnini, sum staðfestir

fíggjarætlanina. Kirkjurnar senda roknskapir sínar til Kirkjustjórnina,

sum tekur støðu til teirra.

Avgreiðsluskrivstovan hjá Kirkjustjórnini var hjá Ríkisumboðnum,

til hon í apríl mánaði í 1992 varð flutt til biskupsskrivstovuna í J.

Paturssonargøtu í Havn.

Kirkjur og kirkjugarðar

Sambært 1924 lógini skulu kirkjuráðini á hvørjum ári í mai mánaði

nágreiniliga sýna kirkjubygningarnar og alt, sum har til hoyrir, og síðani

skrivliga boða Kirkjustjórnini frá, í hvørjum standi bygningarnir

eru og hvat, ið vantar. Lógin ásetur eisini, at triðja hvørt ár skal prósturin

saman við 2 byggiserkønum vera við til sýningina. Tað, sum gerast

skal við bygningin, verður av próstinum skrivað í sýningarbókina

fyri próstadømið, og úrskrift verður send Kirkjumálaráðnum, Løgtinginum

og Kirkjustjórnini. Afturat teimum 60 kirkjunum, sum

próstur skal sýna, skulu eisini teir 18 prestagarðarnir sýnast triðja

hvørt ár, og kirkjubøkurnar kring landið annað hvørt ár.

Kirkjugarðarnir standa saman við kirkjunum á lista B í heimastýrislógini.

Tað einasta, sum í 1924 lógini stendur um kirkjugarðar (§

14), er, at hvør einstøk sókn skal syrgja fyri røkt og gerð av nýggjum

kirkjugarði. Hetta skal gerast í samráði við Kirkjustjórnina, sum hevur

eftirlit við kirkjugørðunum. Eru partarnir ósamdir, tekur Løgtingið

avgerð í málinum. Kirkjugarðarnir eru ikki yvirtiknir av heimastýrinum,

hóast kommunurnar røkja teir og gera nýggjar kirkjugarðar.

Kirkjugarðarnir liggja framvegis undir Kirkjustjórnini og danskari lógsøgn

(jurisdiktion).

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!