24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

226 · Hvítabók – Fylgibind 2

Kapittul 3

Sáttmálar

Um Føroyar verða fullveldi, eigur at verða hugsað um, í hvønn mun

Føroyar skulu gerast sjálvsstøðugt limaland í teimum ymsu norðurlendsku

og altjóða sáttmálunum (konventiónunum), sum eru galdandi

fyri undirvísing og mentan.

Talið av sáttmálum er sera stórt, og ikki ber til at lýsa hvønn einstakan

sáttmála. Eitt yvirlit yvir teir sáttmálar, sum donsku undirvísingarmyndugleikarnir

hava staðfest, er hjálagt sum fylgiskjal 8.2. Yvirlitið

gevur eina ábending um, hvørjar sáttmálar, talan er um.

Her skal tó verða nevnt, at alneyðugt er hjá Føroyum at gerast limur

í IMO, (International Maritime Organization), og at IMO-sáttmálin

verður settur í gildi fyri Føroyar. Somuleiðis má nýggi sáttmálin

um atgongd til hægri lestur í Norðurlondum verða settur í gildi fyri

Føroyar.

Aðrir sáttmálar eru eisini, sum stýrið mælir til, at Føroyar gerast

partur av. Her verður m.a. hugsað um Helsingforsavtaluna og sáttmálan

um Norðurlendska Mentanargrunnin.

Ilt er at siga, hvat tað fer at kosta at vera við í teimum ymsu sáttmálunum.

Mælt verður til, at kostnaður, fyrimunir og vansar verða lýstir í

sambandi við, at arbeitt verður við seta hesar sáttmálar í gildi fyri

Føroyar.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!