24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Undirvísingar- og mentamálastýrið · 221

støði, sum danska útbúgvingin. Bæði lærara- og pedagogútbúgvingarnar

eru javnsettar við danskar útbúgvingar og verða í norðurlondum

mettar eftir teim donsku.

Eftirútbúgving av lærarum, sum antin kann fara fram í Føroyum ella

í Danmark, er eisini heimilað í hesi lóg. Heimastýrið ásetur smb. § 4

neyvari reglur um læraraútbúgvingina og um víðari útbúgving av lærarum.

Reglur um víðari útbúgving í Danmark verða ásettar av danska

undirvísingarmálaráðharranum eftir samráðing við heimastýrið.

Ll. nr. 69 frá 28.05.1980 um læraraútbúgving hevur heimild í L. nr.

52 af 14.02.1979 for Færøerne om læreruddannelsen. Lógin ásetur

endamálið við læraraútbúgvingini og undirvísing í øðrum skúlakørmum.

Lógin fevnir harumframt um upptøkureglur, innihaldið í útbúgvingini,

læraraskúlan, venjingarskúlan, eftirútbúgving av lærarum og

gildiskomu.

Fyrisiting

Myndugleikin, ið hevur ábyrgd av hesi lóg, er danska Undirvísingarmálaráðið.

Undirvísingar- og mentamálastýrið umsitur tær lógir, sum eru settar

í gildi við heimild í hesi lóg. Við fullveldi kann tí ikki væntast meira

umsiting enn í dag.

Tað verður ikki mett, at fullveldið fer at hava nakra fyrisitingarliga

ávirkan á hetta økið. Málsøkið er fyrisitingarliga yvirtikið, og hóast

rammulógin eftir fullveldi fór úr gildi, eiga løgtingslógir við heimild í

hesi lóg framhaldandi at vera í gildi.

Fígging

Sambært § 9 í heimastýrislógini hava danir fíggjarligu ábyrgdina á

økinum. Danir hava tó við ríkislóg latið føroyska heimastýrinum upp

í hendi skylduna til at rinda útreiðslurnar á økinum. Fyri hetta fær

heimastýrið blokkstuðul.

1.10. Upphavsrættur

L. nr. 158 af 31.05.1961 om ophavsretten til litterære og kunstneriske

værker, som ændret ved L. nr. 250 af 12.06.1975. (sambært s. 1041 í

Lógbókini: Broytt við L. nr. 250 frá 12.06.1975, sett í gildi við A. nr.

150 frá 21.03.1988 at galda frá 01.04.1988) Nýggj lóg er komin í gildi

í Danmark síðani. (LBK nr. 706 af 29/09/1998) Lógin verður í løtuni

endurskoðað í fyrisitingini, og arbeitt verður við at gera ríkislógartilmæli

um upphavsrættindalóg.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!