24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

150 · Hvítabók – Fylgibind 2

Niðurstøða

stýrinum. Føroyska heimastýrið er ikki umboðað í nevndini, men

kann vera við sum eygleiðari, og er eisini við í undirnevndum undir

Skipatilsýnisráðnum.

Vinnumálaráðharrin hevur eisini heimilað Sjóvinnustýrinum at

kunna heimila klassafeløgum at gera summar uppgávur fyri seg, t.d.

tøkniligar kanningar fyri at kunna sýna eitt skip endaliga. Klassafeløgini

kunnu eisini, vegna Sjóvinnustýrið, skriva út altjóða loyvisbrøv,

sum vátta teirra góðkenning.

Fígging: Økið er beinleiðis fíggjað úr Danmark. Hetta merkir, danskir

myndugleikar fíggja allar rakstrarútreiðslur, sum standast av lógarsmíði,

herímillum altjóða samarbeiði á sjóvinnuøkinum og útreiðslur

til skipasýn o.a.

Ein arbeiðsbólkur hevur í 1988 viðgjørt spurningin um at

yvirtaka skipaeftirlitið. Bólkurin metti, at yvirtøkan fór at kosta um

leið 9 mió. kr. Upp í hetta tal er ikki roknað, at vinnan skal gjalda

fyri skipasýn.

Mett verður tó, at fyritreytirnar fyri hesi kostnaðarmeting eru broyttar

frá 1988. Í álitinum frá 1988 er roknað við lutfalsliga nógvum

starvsfólki. Somuleiðis eru færri nýbygningar nú, og skipini yvir 20

tons eru farin úr 316 niður í 223.

Men arbeiðið í altjóða nevndum hevur tey seinastu árini sett nógv

størri krøv til myndugleikarnar. Talan er m.a. um fráboðanarskyldu

til IMO, Port State Control, umhvørvismál o.a.

Mett verður, at skal skipaeftirlitið verða yvirtikið við teimum skyldum

og ábyrgdum, tað hevur við sær, og við tí skipatali, sum nú er, fer

hetta at kosta í mesta lagi tað sama, sum nevnt varð í álitinum frá

1988, um leið 9 mió. kr. Tó kunnu útreiðslurnar helst verða nakað

lægri, um brúkaragjøld verða nýtt, og onkrar uppgávur verða lagdar

út til privatu vinnuna í staðin fyri at seta starvsfólk.

Ein nýggjur arbeiðsbólkur er settur í ár til at fyrireika yvirtøku av

skipaeftirlitinum. Bólkurin kemur m.a. at viðgera gjølligari, hvørjar

fíggjarligar avleiðingar hetta fer at hava.

Sjóvinnuøkið verður í høvuðsdráttum umsitið av trimum myndugleikum,

tveimum føroyskum og einum donskum. Sjóvinnufyrisitingin

í Fiskimálastýrinum umsitur manningar-, sjómans- og mynstringarlógina,

og Undirvísingar- og mentamálastýrið umsitur útbúgvingarmál

í sjóvinnu, herímillum sjómansskúlarnar og Maskinmeistaraskúlan.

Danski myndugleikin er danska sjóvinnustýrið, sum umsitur ríkislógir

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!