24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

52 · Hvítabók – Fylgibind 2

Kapittul 2

2. Samstarv við danskar myndugleikar

Í heimastýrislógini § 2 er ásett, at tey mál, sum eru sett á lista A í

lógini, kunnu verða yvirtikin sum føroysk sermál, um antin danska

stjórnin ella heimastýrið vilja tað. At málsøkið verður yvirtikið sum

sermál merkir, at heimastýrið tekur við lóggávuvaldi og fyrisitingarvaldi,

og at heimastýrið ber kostnaðin av málsøkinum.

Tey mál, sum eru nevnd á lista B í heimastýrislógini, kunnu verða

flutt til føroysk sermál eftir samráðingar við ríkismyndugleikarnar við

somu fylgjum, sum nevnt er omanfyri. Mál, sum ikki eru nevnd á lista

A ella B í heimastýrislógini, eru felagsmál sambært § 6 í heimastýrislógini.

Ríkismyndugleikarnir hava lóggávuvald og fyrisitingarvald í

felagsmálum og rinda kostnaðin av hesum. Hesi mál kunnu eisini

verða latin heimastýrinum at umsita sambært § 9 í heimastýrislógini.

Mál, ið ikki eru nevnd í heimastýrislógini, t.d. persóns-, familju- og

arvarættur, konkurs, skifti, ognarrættarlig lóggáva, ákæruvaldsskipanin

og revsilóggávan, eru sostatt felagsmál. Sambært § 7 hevur heimastýrið

ummælisrætt í lógarmálum, sum koma Føroyum við. Í verki er

tað soleiðis, at øll lógaruppskot, sum ætlandi skulu galda fyri Føroyar,

ella sum onkursvegna hava týdning fyri Føroyar, verða send heimastýrinum

til ummælis. Í stýrisskipanarlógini verða hesi uppskot nevnd

ríkislógartilmæli, og landsstýri og løgting viðgera tey eftir somu reglum,

sum uppskot til løgtingslógir. Í staðin fyri at kunngera ríkislógartilmælini,

verða tey, eftir løgtingsviðgerð, staðfest av løgmanni og

send ríkisumboðsmanninum til endaliga avgreiðslu. Allar lógir og

kunngerðir – eisini ríkislógir og ríkiskunngerðir – skulu lýsast í kunngerðablaðnum

fyri at fáa gildi í Føroyum. Landsstýrið gevur kunngerðablaðið

út og ber eisini kostnaðin av blaðnum.

Niðanfyri verða í stuttum lýstar tær donsku rættarreglur, sum eru

settar í gildi fyri Føroyar, og sum Løgmanssskrivstovan fyrisitur.

2.1 Danskar rættarreglur, sum eru settar í gildi fyri Føroyar

Avtalur

N.L. af 15.04.1687.

L. nr. 242 af 08.05.1917 om Aftaler og Retshandler paa

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!