24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

64 · Hvítabók – Fylgibind 2

gongdini á økinum bæði innan- og uttanlands og vera búgvin til at

gera neyðugar lógarbroytingar á økinum.

Gongdin í alheimssamstarvinum ger eisini, at samstarvað verður

alsamt meiri. Hetta ger, at tað, meir enn nakrantíð áður, er ein skylda

hjá londum at gera lóggávu eftir sama leisti, og er hetta eisini ofta

orsøk til, at ríkismyndugleikarnir gera ríkislógir ella gera broytingar í

teimum.

Eitt dømi um sovorðið samstarv, sum longu sæst aftur í føroyskari

lóggávu, er føroyska mvg skipanin, sum er ein beinleiðis fylgja av

handilsavtaluni við ES.

Eitt annað dømi, ið tosað verður um í løtuni, er, at lond fara at

samstarva um at gera lóggávu um handil á internetinum. Um so varð,

at lóggávan á hesum øki varð yvirtikin sambært galdandi heimastýrisskipan,

hevði verðið neyðugt at sett av løgfrøðiliga arbeiðsmegi til

at vera við í tílíkum samstarvi.

Annað enn at hava verið við í norðurlendskum lógarsamstarvi, hava

Føroyar lítlar og ongar royndir á hesum øki.

Um so er, at Føroyar eisini skulu umsita uttanlandsmál burturav,

so krevur hetta harafturat, at løgdeildin verður styrkt á altjóðarættarliga

økinum.

Tað er torført at meta um fíggjarliga tørvin, tí tað veldst um,

hvussu umfatandi millumtjóðasamstarvið verður, men ilt er at

ímynda sær eitt løgfrøðiligt umhvørvi á hesum øki við færri enn fýra

ársverkum.

Ein orsøk til, at ríkislóggávan, ið er umrødd her, ikki er yvirtikin

sambært galdandi heimastýrislóg, kann vera, at nærum einki av

økinum hoyrir til heimastýrislógina, og yvirtekst tí ikki eftir hesi

skipan.

Í sambandi við at nevnda ríkislóggáva kemur undir føroyskt málsræði,

eigur at verða umhugsað, hvussu ein skipan við frálæru í føroyskari

løgfrøði á hægri stigi kann verða skipað.

Sum er, ber ikki til at fáa frálæru í føroyskari løgfrøði, sjálvt um

staðfestast kann, at føroysk lóggáva í alsamt fleiri førum er øðrvísi enn

t.d. donsk lóggáva.

Tá ið rættarskipanin kemur undir føroyskt málsræði, verður hesin

spurningur upp aftur meiri viðkomandi, og eigur nevndin, ið skal gera

uppskot til føroyska rættarskipan, tí at viðgera henda spurning sum

ein part av sínum arbeiðssetningi.

2.2. Føroyskar rættarreglur, sum vísa til danskar myndugleikar

Í fleiri føroyskum lógum eru settar inn rættarreglur, ið vísa til danskar

myndugleikar. Hetta kann hava fleiri orsøkir. Ein orsøk kann vera, at

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!