24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

348 · Hvítabók – Fylgibind 2

leggja út fyri hallið, sum síðani verður líkað út á kommunurnar, alt

eftir hvussu nógvar dagar íbúgvarnir í viðkomandi kommunum hava

verið á heiminum. Hevur kommunan latið beinleiðis studning, verður

hesin tó at mótrokna.

Hvíldarheimið Naina hevur skyldu til at senda Landsstýrinum

fíggjarætlan fyri komandi rakstrarár. Skjótast gjørligt, aftan á at

rakstrarárið er endað, sendir heimið roknskapin til landsstýrismannin

í almanna- og heilsumálum, og saman við honum tær upplýsingar,

sum landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum krevur. Annars

verður hvíldarheimið rikið av stýrinum fyri heimið, leyst av Landsstýrinum.

Viðtøkur eru fyri hvíldarheimið.

Tiltøk at minka um tubbaksnýtslu

Ll. nr. 94 frá 04.10.1984 um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru landsstýrismaðurin í almanna- og

heilsumálum og Tubbaksráðið.

Uppgávan hjá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum er

at áseta neyvari reglur á økinum og at seta eitt tubbaksráð við trimum

limum, sum skulu geva landsstýrismanninum ráð í tubbaksspurningum

og geva tilmæli um, hvussu lógin verður framd.

2. Lóggáva

Ætlanin við lógini er at seta í verk tiltøk, sum kunnu minka um skaðarnar,

ið koma av tubbaksnýtslu. Sambært lógini er ikki loyvt at lýsa

við tubbaksvørum í Føroyum, ikki er heldur loyvt at selja ella lata

tubbaksvørur til ung undir 15 ár, og heldur ikki at selja tubbaksvørur,

um hesar ikki er merktar samsvarandi reglum, sum landsstýrismaðurin

ásetir.

Kunngerðir, settar í gildi við heimild í lógini:

– K. nr. 95 frá 08.10.1984 um undantak frá forboði viðvíkjandi

lýsing við tubbaksvørum.

– K. nr. 7 frá 06.03.1985 um ávaringartekstir á tubbaksvørum,

seinast broytt við K. nr. 138 frá 02.10.1992.

– K. nr. 50 frá 09.04.1990 um hámark av tjøru í sigarettum, broytt

við K. nr. 97 frá 13.05.1993.

Lógin er føroysk løgtingslóg.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!