24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

188 · Hvítabók – Fylgibind 2

Lóggáva: Loftferðslulógin er donsk, tó við ymsum broytingum, sum

heimastýrið hevur ásett. Nógvar ásetingar í lógini galda bert eftir samráðingar

við Landsstýrið. Í onkrum føri verður ásett, at heimastýrið skal

verða kunnað ella hoyrt. Allastaðni í lógini verður tilskilað, at har tað

stendur „dansk bruger,“ „dansk ledelse,“ „dansk bestyrelse“ o.s.fr., ber

til at lesa tekstin soleiðis, at „ved dansk forstås tillige færøsk.”

Flogferðsla verður regulerað sambært teimum treytum, sum loftferðslustovnur

Sameindu tjóða, ICAO, setir, eins og eftir altjóða sáttmálum,

ES-reglum og loftferðslulógini, sum aftur lýkur tær treytir,

sum altjóða og fleirtjóða felagsskapir seta flogferðsluni. Tí verður

mælt til at fylgja donsku rættarreglunum á økinum við teimum

broytingum og tillagingum, sum hóska til føroysk viðurskifti. Avtala

verður gjørd við Ferðslumálaráðið um mannagongd í sambandi við

lóggávuarbeiði. Hetta fer ikki at kosta meira enn verandi skipan.

Sum fullveldi eiga Føroyar at taka undir við Chicagosáttmálanum og

gerast sjálvstøðugur limur í ICAO. Við hesum átaka føroyingar sær somu

fólkarættarligu ábyrgd, sum nú liggur á Danmark. Í fyrsta umfari kunnu

føroyingar lata íslendingum flogtrygdartænastuna at umsita. Íslendingar

umsita sum er føroyska loftrúmið, Danmarkar vegna. Í framtíðini fáa

føroyingar møguleika fyri at veita flogtrygdartænastuna, um vit eru

sinnaðir til tess, og treytað av, at ICAO tekur undir við hesum.

Fíggjarviðurskifti: Danmark rindar ICAO 1,3 mió. kr. í árligum limagjaldi.

Statens Luftfartsvæsen, (SLV), upplýsir, at gjaldið er ásett eftir

bruttotjóðarúrtøkuni hjá limalondunum, og merkir tað, at Føroyar

bert skulu gjalda um leið 11 tús. kr. um árið í limagjaldi. Til at røkja

henda limaskap og fyrisitingarútreiðslur í hesum sambandi, krevjast

leystliga mett 200 tús. kr. árliga.

Flogvøllurin í Vágum, sum SLV rekur, (flogvallarøkið), rindar um leið

2,9 mió. kr. um árið yvir raksturin fyri allar tænastur, sum Loftferðslueftirlitið

og Flogtrygdartænastan veita á føroyskum øki. Flogfeløgini

rinda sjálvi fyri at útbúgva og góðkenna starvsfólk.

Danskir myndugleikar, (Ferðslumálaráðið og SLV), hava víst á møguleikan

fyri, at føroyingar yvirtaka raksturin av flogvøllinum í Vágum.

Gongdin hevur verið soleiðis seinru árini, at SLV hevur avhendað

flogvøllir sínar og rekur nú bert tveir flogvøllir. 25 fólk starvast hjá

SLV á flogvøllinum, umframt 7 starvsfólk, sum eru keypt í starv frá

Flogtrygdartænastuni. Bókførda virðið av føstu ognini hjá SLV á flogvøllinum

við árslok 1997 var 23 mió. kr.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!