24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Almanna- og heilsumálastýrið · 315

tá ið tey eru fyri eini almannahending so sum sjúku, arbeiðsloysi,

barnsburði ella samlívssliti. Varandi hjálp kann eisini verða givin, tá

ið eingi útlit eru fyri sjálvbjargni, eins og talan kann verða um serliga

hjálp so sum einkjupensión, endurútbúgving, arbeiðsskapandi tiltøk,

umbroytingar á sethús í sambandi við sjúku/brek og játtan fyri avlamisbilar

til børn og vaksin, ið eru rørslutarnað.

Lógarøkið er felagsmál. Lógin er fólkatingslóg, sum er sett í gildi

fyri alt ríkið. Danska lógin er avtikin, í sambandi við at danir hava

sett í gildi nýggja forsorgarlóg. Gamla lógin er tó enn í gildi í Føroyum,

tí lógaravtøkan er ikki lýst her.

Umsitingin av Almannaverkinum varð yvirtikin í 1975, og lóggevandi

ábyrgdin varð yvirtikin í 1995 sambært § 9 í heimastýrislógini í

1995. Økið kann altíð verða yvirtikið sum føroyskt sermál sambært

§ 2 í heimastýrislógini.

Almanna- og heilsumálastýrið arbeiðir í løtuni við at gera føroyska

forsorgarlóg, sum skal verða løgd fyri Løgtingið í seinasta lagi í 1999.

Í hesum sambandi er ætlanin at broyta navnið á lógini til „trivnaðarlógin.“

Mett verður, at hetta heitið lýsir lógarøkið betur enn heitið:

„forsorgarlóg.“ Til samanlíkningar kann verða nevnt, at heitið á

donsku lógunum á økinum eru „Lov om social service,“ „Lov om

aktiv socialpolitik“ og „Lov om retsikkerhed.”

Í sambandi við at uppskotið um nýggja forsorgarlóg verður framlagt,

er ætlanin at skipa fyri aðalorðaskifti á Løgtingi, har landsstýrismaðurin

í almannamálum leggur nakrar tankar fram um ein framtíðar

føroyskan almannapolitikk. Til hetta orðaskifti er gjørt eitt álit,

sum lýsir forsorgarøkið í dag, og sum kemur við nøkrum hugleiðingum

um, hvussu forsorgarøkið í Føroyum kann verða skipað, og

hvussu føroyskar loysnir kunnu verða settar í verk.

Við heimild í verandi forsorgarlóg eru lógarbroytingar framdar, og

hesar føroysku og donsku lógir og kunngerðir settar í gildi:

– L.nr. 392 af 20.05.1992, sum er sett í gildi við B. nr. 607 af

08.07.1992, § 1 i lov nr. 393 af 20.05.1992,

– L. nr. 1075 af 23.12.1992,

– L. nr. 393 af 22.06.1993

– Ll. nr. 76 frá 23.05.1997)

– B. nr. 607 af 08.07.1992 om ikrafttræden af visse bestemmelser i

lov for Færøerne om offentlig forsorg og lov for Færøerne om dagpenge

ved sygdom eller fødsel.

– K. nr. 37 frá 22.03.1993 um fráboðanarskyldu sambært forsorgarlógini.

– K. nr. 38 frá 22.03.1993 um ráðgevingar- og vegleiðingarskyldu

sambært forsorgarlógini.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!