24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

1.4. Fólkaskúlin

Undirvísingar- og mentamálastýrið · 217

Mett verður ikki, at hetta málið skal yvirtakast, um Føroyar taka fullveldi.

Mælt verður til, at tað við avtalu í framtíðini verður tryggjað føroyingum

rætt til upptøku á danskar sjónleikaraskúlar.

Fígging

Danska kongliga leikhúsið verður fíggjað við stuðli á donsku fíggjarlógini,

og rakstrarætlanin og -játtanin skal góðkennast av danska

mentamálaráðharranum.

L. nr. 51 af 14.02.1979 for Færøerne om folkeskolen.

Lóggáva

Lógin er ein rammulóg, sum er sett í gildi av tí, at fyrisitingin av

undirvísingarverkinum er yvirtikin sambært § 9 í heimastýrislógini.

Lógin sigur m.a., at heimastýrið kann áseta nærri reglur um fólkaskúlan

í Føroyum.

Í § 7 stendur: „Færøernes hjemmestyre fastsætter de nærmere regler om

folkeskolen på Færøerne, herunder om folkeskolens formål og styrelse, om

undervisningens indhold, omfang og tilrettelæggelse samt om undervisningspligtens

opfyldelse”.

Ll. nr. 125 frá 20.06.1997 um fólkaskúlan er sett í gildi við heimild L.

nr. 51 af 14.02.1979 for Færøerne om folkeskolen.

Fyrisiting

Donsku ríkismyndugleikarnir hava ábyrgd av hesi lóg.

Ikki verður mett, at fullveldið fer at fáa nakra fyrisitingarliga ávirkan

á hetta økið. Málsøkið er fyrisitingarliga yvirtikið, og hóast rammulógin

eftir fullveldi fellur burtur, eigur Ll. nr. 125 frá 20.06.1997 um

fólkaskúlan framhaldandi at vera í gildi.

Fígging

Sambært § 9 í heimastýrislógini hava danir fíggjarligu ábyrgdina á

økinum. Danir hava tó við ríkislóg latið føroyska heimastýrinum upp

í hendi skylduna til at rinda útreiðslurnar á økinum. Fyri hesar útreiðslur

fær heimastýrið blokkstuðul.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!