24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

238 · Hvítabók – Fylgibind 2

sambært siðvenju og skjalasavnsavtaluni verða varðveitt á Føroya

Landsskjalasavni. Samráðingar eru longu um savnindi um Føroyar,

sum eru á donskum skjalasøvnum. Hetta eru jú donsk fyrisitingarsavnindi.

Ein stórur partur av almennu savnindum Landsskjalasavnsins

eru frá stovnum ríkisins í Føroyum.

Tann yrkisráðgeving, sum Landsskjalasavnið fær frá Statens Arkiver,

fer at krevja meiri arbeiðsorku, um Landsskjalasavnið ikki fær ta

donsku tænastuna. Higartil hevur Landsskjalasavnið fylgt donskum

reglum og hevur hildið seg til donsk krøv og siðvenju.

Spurningurin í sambandi við fullveldi er, um Landsskjalasavnið

framhaldandi skal halda seg til danskar reglur ella ganga sína egnu

leið. Higartil hevur tað av fyrisitingarsøguligum orsøkum verið natúrligt

at fylgt donskum reglum. Annars heldur statens arkiver seg til

altjóða reglur og støði, so alt bendir á, at skilabest er at halda fram

við at fylgja donskum mannagongdum, reglum og støði, tá ið talan er

um „record management“ í framtíðini. Hetta mál eigur at verða loyst,

tá ið nýggjar avtalur koma í staðin fyri avtaluna frá 1990.

Eingir beinleiðis fíggjarligur kostnaður er av hesum.

4.8. Føroya Fornminnissavn

Føroya Fornminnissavn – altjóða samstarv

Undir verandi skipan umboða danskir stovnar føroyska heimastýrið í

Norðurlondum og altjóða høpi. Føroyskir fornminnamyndugleikar

eru ikki við í norðurlendskum samstarvi, men eru áhugaðir fyri at

vera við á norðurlendskum ríkisantikvarfundum og í Nordisk Museumskommité.

Eisini er áhugi fyri altjóða samstarvi við eitt nú ICOM

og ICOMOS undir UNESCO.

Á fornminnaøkinum er galdandi skipan ein forðan fyri norðurlendskum

og altjóða samstarvi. Hon avbyrgir føroyskar fornminnamyndugleikar

frá umheiminum. Møguligt fullveldi fer uttan iva at

gera enda á hesi avbyrging.

Neyðugt verður við samstarvsavtalum við danir um eitt nú skeiðluttøku

á Museumshøjskolen o.t. um Føroyar fáa fullveldi.

Eingin beinleiðis fíggjarligur kostnaður er av hesum.

4.9. Granskingarráðið

Granskingarráð Føroya hevur einki formligt samstarv við danskar

stovnar, men skal í hesum sambandi verða nevnt, at føroyingar hava

møguleika at søkja stuðul úr donsku granskingarráðunum. Hesin

møguleiki hevur ikki verið nógv nýttur, men ráðið væntar, at fleiri

føroyingar komandi árini fara at søkja donsku granskingarráðini um

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!