24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Flogferðslan

Samandráttur og niðurstøður · 23

Flogferðsla er størsta felagsmál undir Vinnumálastýrinum, og heimastýrið

hevur onga formliga ábyrgd á økinum.

Kortini verður ikki talan um nakað stórt lóggávuarbeiði, tá ábyrgdin

skal verða flutt til eitt føroyskt fullveldi, tí hóast loftferðslulógin

er donsk, er galdandi lóg lagað til føroysk viðurskifti. Harumframt

verður flogferðsla skipað eftir teimum treytum, sum settar verða av

ICAO, (loftferðslustovnur undir ST), altjóða sáttmálum og ES-reglum.

Lógirnar verða ofta orðaðar eftir boðum frá altjóða ella fleirtjóða

felagsskapum.

Galdandi lógir kunnu tí í flestu førum verða lýstar sum føroyskar

lógir.

Vinnumálastýrið mælir kortini til, at avtala verður gjørd við Ferðslumálaráðið

um vegleiðing í sambandi við lóggávuarbeiðið á økinum.

Umframt tað, verður neyðugt at taka hesi stig:

Sum fullveldi eiga Føroyar at taka undir við ávísum altjóða sáttmálum

á flogferðsluøkinum og gerast limir í ICAO. Við hesum átaka

Føroyar sær ta rættarligu ábyrgd, sum nú liggur í Danmark.

Tá ið talan er um skráseting av føroyskum flogførum og tyrlum,

mælir Vinnumálastýrið til, at Skráseting Føroya tekur sær av tí. Sum

er, eru flogfarið hjá Atlantsflogi og tyrlan hjá landsstýrinum skrásett í

National Register hjá Statens Luftfartsvæsen, (SLV). Vinnumálastýrið

mælir til, at tey í staðin verða skrásett í Skráseting Føroya og fáa føroyskt

tjóðarfrámerki.

Neyðugt verður at gera samstarvsavtalu við Skaðanevndina, (Havarikommissionen

for civil luftfart), soleiðis at hon eisini kannar tilburðir,

um eitt føroyskt skrásett flogfar skuldi verið fyri óhappi. Verður

goldið eftir íbúgvatali í londunum, kostar tænastan 41.000 kr. um

árið.

Í løtuni rekur SLV flogvøllin í Vágum, og skal raksturin á føroyskar

hendur, fer tað at hava útreiðslur við sær. Fíggjarætlanin hjá SLV í

1998 vísir 8,9 mió. kr. í halli, sum minkar til 5,9 mió. kr. í ár 2002.

Hetta er eftir rentur og avskrivingar, og íløgur upp á 2,2 mió. kr. eru

viðtaldar. Roknað verður við einum lítlum vøkstri í ferðafólkatalinum.

Vinnumálastýrið vísir á, at SLV farnu árini hevur avhendað raksturin

av teimum flestu av flogvøllunum, sum stovnurin hevur havt

ábyrgdina av. Í samsvari við hesa gongd hava danskir myndugleikar

víst á møguleikan fyri, at føroyingar yvirtaka raksturin av flogvøllinum

í Vágum. Ávísar kanningar hava verið gjørdar í hesum sambandi.

Hvat viðvíkir rakstrinum av flogtrygdartænastuni, mælir Vinnu-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!