24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Farssóttir

Almanna- og heilsumálastýrið · 283

Uppgávan hjá løgmálaráðharranum er at áseta reglur um viðgerð

av umsóknum um sterilisatión og um eftirkanningar í sambandi við

kastratión. Løgmálaráðharrin skal geva loyvi til kastratión eftir tilmæli

frá Retslægerådet. Løgmálaráðharrin er eisini kærumyndugleiki í avgerðum,

sum Mødrehjælpsinstitutionen hevur tikið.

Mødrehjælpsinstitutionen er eitt samráð, ið hevur til uppgávu at

viðgera umsóknir um sterilisatión, og gevur loyvi til hetta. Sterilisatión

kann bert verða loyvd, um eitt einmælt samráð er fyri tí. Verður

sýtt fyri umsókn, kann hetta verða kært til løgmálaráðharran.

Í Føroyum verður loyvi til sterilisatión givið av nevnd, sum er samansett

av landslæknanum, dómaranum og trimum limum, sum løgmálaráðharrin

tilnevnir.

2. Lóggáva

Økið er felagsmál. Lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Økið er felagsmál og verður fíggjað við blokkinum.

A. nr. 600 af 30.11.1984 om ikraftræden på Færøerne af lov om

foranstaltninger mod smitsomme sygdomme, som senest ændret ved

A. nr. 845 af 18.12.1987.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru heilsumálaráðharrin, landsstýrismaðurin

í heilsumálum, Sundhedsstyrelsen, epidemikommisiónin,

tollmyndugleikar, løgreglan, havnarmyndugleikar og loftferðslumyndugleikar.

Uppgávan hjá heilsumálaráðharranum er støðugt at dagføra teir

listar, sum áseta, hvørjar sjúkur eru at rokna sum farsóttir. Heilsumálaráðharrin

kann í samráði við Landsstýrið áseta reglur um, hvat

verður gjørt á skúlum og stovnum, um farsótt fer at ganga, áseta reglur

um innflutning og útflutning, samráðingar, útflýggjan, viðgerð og

goymslu av sóttfongdum evnum, sum stava frá farsótt, sum henda

lógin umfatar. Harafturat kann heilsumálaráðharrin áseta reglur um

líkflutning inn og út úr landinum, áseta reglur um viðgerð og líkflutning

innanoyggja og taka avgerð um, at epidemikommisiónin skal

hava læknaliga hjálp til sítt virksemi. Eftir samráðingar við Landsstýrið

og við tilmæli frá Sundhedsstyrelsen hevur danski heilsumálaráðharrin

heimild til at gera av, at fyriskipanir, ið bert verða settar í

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!