24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

20 · Hvítabók – Fylgibind 2

tað snýr seg um lóggávuarbeiði í altjóða nevndum og ráðum, verður

hetta gjørt í samstarvi við danskar myndugleikar. Talan er um eitt sera

tekniskt og fakliga krevjandi øki, og verður tí neyðugt við samstarvi

við danskar myndugleikar í eitt áramál framyvir, inntil føroysku

myndugleikarnir hava fullgóðan førleika á økinum.

Tær mest týðandi ríkislógirnar á økjunum eru helst sjólógin og lógin

um skipatrygd.

Sjólógin snýr seg um framferð á sjónum á nógvum økjum. Hon

ásetir, hvørja skyldu skiparin hevur at tryggja manningar og ognir, hon

ásetir reglur um flutning av fólki og góðsi, um framferð í sambandi

við samanstoyt, bjarging á sjónum, oljudálking o.tíl.

Lítil fyrisiting er av lógini. Hon verður mest brúkt, tá ymsar hendingar

á sjónum koma fyri rættin, og staðfestast skal, um nakað ólógligt

er farið fram, ella um nøkur privatrættarlig ábyrgd kann staðfestast.

Stýrið metir tí ikki, at fullveldi á hesum øki fer at fáa aðrar fíggjarligar

skyldur enn tær, ið knýttar eru at lógarsmíði í Føroyum og í

norðurlendskum og altjóða høpi.

Hvat Skipaeftirlitinum viðvíkir, rinda danskir myndugleikar allar

rakstrarútreiðslur, sum er.

Ein arbeiðsbólkur viðgjørdi í 1988 spurningin um at yvirtaka skipaeftirlitið,

og hann metti, at yvirtøkan fór at kosta um leið 9 mió. kr.

Tó skal verða gjørt vart við, at tá var ikki talan um at áseta brúkaragjald

ella at leggja ávísar uppgávur út til privata vinnu. Tí metir

stýrið, at tær almennu útreiðslurnar av einum føroyskum skipaeftirliti

kunnu verða minni enn 9 mió. kr.

Tað eigur at verða nevnt í sambandi við skipaeftirlitið, at lógarøkið

er ógvuliga tekniskt og sera umfatandi. Neyðugt verður eisini at vera

við í altjóða nevndum og lógarsmíði. Tí metir Fiskimálastýrið, at

neyðugt verður við einum ávísum samstarvi við Danmark á hesum

øki í eina tíð, eftir at økið er vorðið føroyskt.

Ein arbeiðsbólkur varð settur fyrr í ár at fyrireika yvirtøku av skipaeftirlitinum

og at kanna tær fíggjarligu avleiðingarnar. Álitið hjá hesum

bólki fer at vísa, hvørji krøv verða á hesum øki, og hvat eitt føroyskt

skipaeftirlit fer at kosta. Tá verður eisini greitt, hvørji føroysku

ynskini skulu verða í hesum sambandi, tá samráðast skal við danir um

skiftistíðina.

Mælt verður til, at skipaeftirlit, sigling og onnur lóggáva um sjóvinnu

verða skipað undir Fiskimálastýrinum í fullveldinum.

Eitt annað danskt mál er neyð- og trygdarskipanin á radioøkinum.

Tele Danmark A/S hevur ábyrgdina av hesum, og Føroya Tele rekur

støðina Tórshavn radio vegna Tele Danmark. Fiskimálastýrið mælir til,

at økið verður skipað undir Føroya Tele.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!