24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Sinnisjúka

Almanna- og heilsumálastýrið · 271

Tað merkir, at føroyska heimastýrið ella ríkismyndugleikarnir altíð

kunnu gera av, at hetta økið verður yvirtikið sum føroyskt sermál.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Danir hava fíggjarligu ábyrgdina av økinum og rinda útreiðslur av

umsitingini sambært lógini.

L. nr. 118 af 13.04.1938 om sindssyge Personers Hospitalsophold, som

senest ændret ved L. nr. 225 af 07.06.1972.

Í høvuðsdráttum snýr lógin seg um rættarstøðuna hjá sinnisjúkum.

Lógin ásetir reglur um, nær fólk kann verða innlagt á sjúkrahús fyri

sinnisjúku, og nær fólk kann verða tvingað at verða innlagt á sjúkrahús

fyri sinnissjúku. Lógin ásetir eisini reglur um, nær ið fólk kann

verða útskrivað, og nær noktað kann verða fyri útskriving.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru løgmálaráðharrin, Sundhedsstyrelsen,

fútin og løgreglan.

Uppgávan hjá løgmálaráðharranum sambært hesi lóg er at geva

statssjúkrahúsum, kommunusjúkrahúsum og privatum heilsuviðgerðarstøðum

góðkenning, (autorisatión), at viðgera sinnissjúk. Góðkenningin

verður givin eftir tilmæli frá Sundhedsstyrelsen og skal verða

endurnýggjað, tá ið viðgerðarstovnurin skiftir leiðandi lækna. Góðkenning

kann altíð verða afturtikin, tá ið lækni metir, at sjúklingur

ikki kann verða útskrivaður, av tí at hann kann vera sær sjálvum og

øðrum til bága. Í øðrum førum kann læknin eisini nokta fyri útskriving,

men tá skal løgmálaráðharrin góðkenna noktanina. Løgmálaráðharrin

hevur eisini til uppgávu at áseta neyvari reglur fyri, tá ið løgreglan

er við til at leggja sinnissjúk inn.

Sundhedsstyrelsen hevur einans eina uppgávu sambært lógini, og

hon er viðv. góðkenningum.

Uppgávan hjá fútanum sambært lógini er at syrgja fyri góðum

trygdarskipanum viðv. sinnisjúkum, tá ið tann sjúki sambært læknaváttan

kann seta rættartrygdina í vága. Hesar trygdarskipanir kann

bert fútin broyta ella taka av. Spurningar, hvørt tað er lógligt at halda

fólki aftur, kunnu verða kravdir at verða lagdir fyri rættin.

Uppgávan hjá løgregluni sambært hesi lóg er at vera við til at leggja

inn sinnisjúk fólk, um so má vera, og at geva skiftirættinum, har tann

sinnissjúki býr, boð um tvingsilsinnleggingina.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!