24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

90 · Hvítabók – Fylgibind 2

Útreiðslur til útbúgvingar: Í 1997 fóru 114.706.000 kr. til at grundútbúgva

løgreglufólk, 54.004.000 kr. til at eftirútbúgva løgreglufólk,

5.261.000 kr. at eftirútbúgva skrivstovufólk og 4.029.000 kr. at eftirútbúgva

løgfrøðingar.

Rokna vit hetta um til føroysk viðurskifti eftir starvsfólkatalinum

og rokna við, at løgreglan keypti tænasturnar úr Danmark fyri roknaðan

framleiðsluprís, hevði kostnaðurin verið 1.137.457 kr. til at

grundútbúgva løgreglufólk, 535.519 kr. (800.000) til at eftirútbúgva

løgreglufólk, 54.288 kr. til at eftirútbúgva skrivstovufólk og 50.112

kr. (75.000) til at eftirútbúgva løgfrøðingar.

Í klombrum eru tølini fyri at eftirútbúgva løgfrøðingar og løgreglufólk

hækkað um leið 50%, tí tølini, (bæði starvsfólka- og uppgávutølini

í veruligum tølum), eru so smá og ójavnt býtt, at skal starvsfólkaorkan

verða fullnýtt, er umráðandi at hvørt einstakt starvsfólk

hevur førleika at røkja ymiskligar uppgávur 6 .

Aftur at tí, sum sæst av almennu hagtølunum og roknskapunum,

eru einstøk løgreglufólk í styttri og longri ástøðiligum og verkligum

eftirútbúgvingum í Danmark. Hetta er ilt at seta tøl á, men í miðal

man talan vera um á leið eina hálva millión um árið, tí oftast fáa tey

„danska“ løn, er talan um longri tíð

Samanumtikið kunnu vit sostatt seta útreiðslurnar til útbúgving á

løgregluøkinum til 2.566.745 kr., og tá er nakað lagt uppfyri.

Til samanberingar er at nevna, at í Íslandi kostar Løgregluskóli

Rikisins 75 mió. ísl. kr., (uml. 7,3 mió), um árið, og hevur um 35

næmingar í grundútbúgving um árið, umframt at veita løgreglumonnunum

eftir- og serútbúgvingar, og hetta bendir á, at metingin omanfyri

er ikki ov lág, ið hvussu er.

Fjaldu útreiðslurnar annars

Á øllum hinum „fjaldu“ økjunum er ilt at seta tøl á fjalda kostnaðin,

um vit hugsa um, hvat tað hevði kostað at fingið tænastuna at virka í

Føroyum, tí talan er mest um háspesialiseraðar tænastur, har eindarkostnaðurin

fyri fyrst framleiddu tænastuna av hvørjum slagi er

heilt munandi partur av tí, allar veittu tænasturnar á økinum kosta.

Danska løgregluliðið og fólkatalið eru um leið hundrað ferðir størri,

og harafturat er samfelagsbygnaðurin í londunum grundleggjandi

6 Útreiðslutølini eru endaligu roknskapartølini úr fíggjarlógaruppskotinum, starvsfólkatølini

eru úr ársfrágreiðingini, og føroysku starvsfólkatølini eru sambært upplýsingum

frá fútanum. Donsku tølini eru ávíkavist 10.034, 2132, og 402, føroysku tølini, sum

omanfyri nevnt, (parttíðarsett eru tald við við 1/2).

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!