24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

276 · Hvítabók – Fylgibind 2

2. Lóggáva

Lógin er sett í gildi fyri Føroyar við fólkatingslóg. Málsøkið varð yvirtikið

tann 1. januar 1988 sum § 9-mál í heimastýrislógini og er ætlað

at lata føroyskum myndugleikum ábyrgdina av rakstrinum av serforsorgini,

ábyrgdina av viðurskiftinum hjá brekaðum og somuleiðis

ábyrgdina av starvsfólkinum, ið arbeiðir í serforsorgini.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Fíggjarliga ábyrgdin liggur hjá donskum myndugleika, av tí at málsøkið

er yvirtikið sum § 9-mál, men donsku myndugleikarnir hava við

ríkislóg latið føroyska heimastýrinum útreiðsluskylduna sambært hesi

lóg. Sum endurgjald fyri at rinda útreiðslurnar, fær heimastýrið blokkstuðul.

Vanlukkutryggingarøkið

A. nr. 389 frá 15. november 1966 for Færøerne om forsikring mod

følger af ulykkestilfælde.

Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Formliga hava danskir myndugleikar stóra ávirkan og stórar uppgávur á

vanlukkutryggingarøkinum í Føroyum. Hetta kemst av tí heldur fløktu,

rættarligu støðu, ið valdar á økinum – sí meira niðanfyri undir „lóggávu.”

Donsku fyrisitingarligu myndugleikarnir eru:

• Staturin, ið m.a. hevur ábyrgd av sínum tænastumonnum, eisini

tá teir starvast í Føroyum, umframt formliga at hava fíggjarligu

ábyrgdina av Vanlukkutryggingarráðnum.

• Direktoratet for ulykkesforsikring (nú: Arbejdsskadestyrelsen), ið

m.a. hevur ein týðandi lut í málsviðgerðini av vanlukkutryggingartilburðum

í Føroyum.

• Stjórnin, ið m.a. vegna Føroyar hevur heimild at gera altjóða sáttmálar

á vanlukkutryggingarøkinum.

• Almannamálaráðharrin, ið m.a. hevur heimild at gera bæði

heildarreglur og stakreglur fyri vanlukkutryggingarlóggávu í Føroyum.

• Vanlukkutryggingarráðið, ið m.a. er vanligi málsviðgerðin í vanlukkutryggingartilburðum.

• Sorinskrivarin, sum er fastur formaður í Vanlukkutryggingarráðnum.

• Landslæknin, sum er fastur limur í Vanlukkutryggingarráðnum.

· Ríkisumboðsmaðurin, sum skal verða kunnaður um virksemið hjá

Vanlukkutryggingarráðnum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!