24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Skrásetingarmál

Fiskimálastýrið · 151

um sjóvinnu, sum eru settar í gildi her, m.a. „lov om skibes sikkerhed.“

Uppgávan hjá Sjóvinnustýrinum, (Skipaeftirlitinum), er m.a. at

umsita skipasýn, herímillum at geva loyvisbrøv, eins og tað umsitur

lógarsmíð, (ríkislógir og fyriskipanir), og altjóða samstarv á sjóvinnuøkinum.

Aðrir danskir myndugleikar eru eisini við í myndini. Talan er t.d.

um umhvørvismál og uppmerking av siglingarøkjum, sum ávikavist

Miljøstyrelsen og Farvandsdirektoratet umsita.

Við at kanna lógarøkið sæst, at nógvar av gomlu lógunum á sjóvinnuøkinum

eru ótíðarhóskandi og óneyðugar. Somuleiðis eru nakrar av

teimum nýggjaru lógunum ikki heilt dagførdar.

Uppgávur, sum danskir myndugleikar umsita í Føroyum, rindar ríkiskassin.

Skipasýn hjá Sjóvinnustýrinum verður gjørt at kalla ókeypis

fyri reiðaran, men uppgávur, sum klassafeløg gera vegna Sjóvinnustýrið,

skal brúkarin gjalda fyri.

Uppgávur, sum føroyskir myndugleikar umsita, eru eisini mestsum

ókeypis fyri brúkaran, tá ið undantikin eru skipaskrásetingargjøld og

ávís útbúgvingarskeið.

Ætlanir eru um at yvirtaka skipasýnið og at fáa allar ríkislógir um

sjóvinnu sum sermál. Til hetta krevst ikki bert fíggjarlig orka, men

eisini starvsfólk við grundleggjandi yrkisførleika og royndum í sjóvinnu.

Talan kann verða um, at økið formliga verður yvirtikið við

teimum skyldum og ábyrgdum, sum hetta hevur við sær, men at føroyska

fyrisitingin í eina tíð framyvir hevur neyvt samstarv við Sjóvinnustýrið.

– A. nr. 247 af 03.05.1993. Anordning om ikrafttræden for Færøerne

af lov om erhvervsdrivende fonde.

– Bekendtgørelse nr. 992 af 14.12.1993 for Færøerne om anmeldelser

m.v. til den færøske registreringsmyndigheds register for erhvervsdrivende

fonde.

– Bekendtgørelse nr. 993 af 14.12.1993 for Færøerne om nedsættelse

af grundkapitalen i erhvervsdrivende fonde.

– Bekendtgørelse nr. 994 af 14.12.1993 for Færøerne om opløsning af

erhvervsdrivende fonde.

– Kunngerð nr. 204 frá 28.12.1993 um gjøld fyri vinnurekandi

grunnar.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!