24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

354 · Hvítabók – Fylgibind 2

Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu

Landssjúkrahúsið

Formligar avtalur eru ongar, men eitt formligt tilknýti er til Odense

Universitet, og eitt óformligt granskingarsamstarv við umhvørvismedisinsku

deildina Institut for Sygdomsforebyggelse og Helsetjenesteforskning

á Odense Universitet.

Frá Landssjúkrahúsinum eru komin aftursvar frá trimum deildum.

Psykiatrisk deild

Er talan um formligar avtalur, hevur deildin samband við serviðgerðarstovnar

á psykiatriska økinum, har viðgerð ikki er í Føroyum. Talan

er um barna- og ungdómspsykiatri. Konsulentskipan er við Odense

Universitetshospital, sum sendir konsulentar til Føroya tríggjar ferðir

um árið. Avtala er eisini við Bispebjerg Hospital, tá børn verða innløgd.

Harafturat er avtala við Ríkissjúkrahúsið og Psykiatrisk Hospital

Risskov, Center for hjerneskade á Amager og Amtssygehus Herlev.

Avtala er við Falck um sjúkraflutning.

Viðvíkjandi óformligum avtalum er talan serliga um út- og eftirútbúgvingartilboð

til starvsfólk.

Fyristøðukvinnan

Sjúkrarøktarleiðslan samstarvar við ymiskar stovnar í Danmark. Tá

talan er um góðkenning av sjúkrasystrum, verður samstarvað við

Sundhedsstyrelsen. Samstarvað verður eisini við ymisk sjúkrahús í

sambandi við sjúkraflutning til Danmarkar.

Viðvíkjandi starvsfólkaútbúgving verður farið á serlig eftirútbúgvingarskeið

á Ríkissjúkrahúsinum, og starvsfólk koma eisini úr øðrum

donskum sjúkrahúsum til Føroya at undirvísa sjúkrasystrum her.

Í útbúgvingini á Danmarks Sygeplejerskehøjskole hava føroyskar

sjúkrasystrar somu rættindi sum danskar sjúkrasystrar at fara á eftirútbúgvingarskeið.

Sjúkrasystraskúlin

Danska Undirvísingarmálaráðið skal góðkenna útbúgvingarætlanina,

tá ið ræður um karmar fyri útbúgving, útbúgvingarskipan, kravdum

uppgávum og próvtøkum, og Sundhedsstyrelsen skal góðkenna fakliga

innihaldið.

Skúlin samstarvar við donsku heilsutænastuna í sambandi við

starvslæruna hjá sjúkrasystrunum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!