24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Kapittul 5

Undirvísingar- og mentamálastýrið · 241

Mál, sum Danmark umsitur og sum natúrliga

eiga at vera undir Undirvísingar- og mentamálastýrinum

5.1. Kirkjan

16 – Hvítabók – Fylgibind 2

Kirkjan man vera einasta mál, sum Danmark umsitur nú, sum natúrliga

eigur at vera undir Undirvísingar- og mentamálastýrinum.

Sum kunnugt eru ríkislógartilmæli um nýggjar kirkjulógir samtykt

í Løgtinginum, og verða hesar lógir settar í gildi fyri Føroyar, tá ið

reglur og kunngerðir fyri lógirnar eru gjørdar. Nú hevur landsstýrismaðurin

í kirkjumálum sett ein arbeiðsbólk at fyrireika yvirtøku av

kirkjuni og at gera uppskot um føroyska kirkjulóggávu. Tískil kann

væntast, at tær nýggju kirkjulógirnar verða avloystar av nýggjari føroyskari

kirkjulóggávu, tá ið fólkakirkjan verður yvirtikin. Í hesum áliti

er valt at gera eina almenna lýsing av verandi rættarreglum, fyrisiting

og fígging av fólkakirkjuni.

Verandi rættarstøða

Bygnaðurin í føroysku kirkjuni er ein tvítáttað skipan.

Annar tátturin er kirkjuráðini – Kirkjustjórnin – Løgtingið/Landsstýrið.

Hesin táttur umsitur føroyska peningin, veitir stuðul til viðlíkahald

av kirkjum, ásetir, hvussu stóra upphædd kirkjuráðini kunnu

nýta sum tøkupening (rådighedsbeløb) o.a. og hevur umsjón við

kirkjum og kirkjugørðum.

Bispur hevur einki við henda part av bygnaðinum at gera, hóast

hann av røttum verður mettur at vera ovasti leiðari kirkjunnar. Í lóg

nr. 109 frá 29. mars 1924 fyri Føroyar um stjórn kirkjunnar o.a. sum

er broytt við lóg nr. 192 frá 11. mai 1935, eru ásettar nærri reglur

um, hvussu Kirkjustjórnin útinnir virksemi sítt.

Hin tátturin er kirkjuráðini – Stiftstjórnin – Kirkjumálaráðið. Hesin

táttur hevur um hendi prestaumsitingina, eitt nú løn, tænastumannahús

og virksemið hjá kirkjuráðunum. Nærri reglur fyri, hvussu Stifts-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!