24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Fiskimálastýrið · 149

Lógin varð gjørd í 1980 og loysti av skipatilsýnislógina frá 1951.

Lógin er broytt nakrar ferðir síðani, serliga orsakað av tí tøkniligu

menningini og broytingum í altjóða sáttmálum. Mest týðandi altjóða

sáttmálin er trygdarsáttmálin á sjónum, SOLAS, frá 1974. Aðrir sáttmálar

eru t.d. lastalinjusáttmálin LL frá 1966 og umhvørvissáttmálin

MARPOL frá 1973 og 1978.

Í stuttum kann verða sagt, at lógin, saman við tøkniligum fyriskipanum

og kunngerðum, ásetir bæði tøknilig krøv til skip og reglur um

skipasýn. Skipara og reiðara eru skyldur álagdar at halda skipið í góðum

standi. Sjóvinnustýrið kann halda aftur skipi, sum bæði er til

vanda fyri trygdina á sjónum og fyri umhvørvið. Reglurnar kunnu,

sambært fólkarættarligum reglum, eisini verða settar at galda fyri útlendsk

skip, sum koma inn í egið sjóøkið.

Fyrisiting: Vinnumálaráðharrin, (áður ídnaðarmálaráðharrin), hevur

heimilað danska sjóvinnustýrinum at útinna tær heimildir, ið eftir

hesi lóg eru givnar ráðharranum. Tøkniligar fyriskipanir, ið Sjóvinnustýrið

hevur fingið heimilað at áseta, verða kunngjørdar í „Meddelelser

fra Søfartsstyrelsen“ og eru at síggja hjá Skipaeftirlitinum og Sjóvinnufyrisitingini

í Fiskimálastýrinum.

Tøkniligar fyriskipanir, sum eru í uppskoti at seta í verk bæði í

Danmark og Føroyum, koma til Sjóvinnufyrisitingina til ummælis.

Avtalað er, at Sjóvinnufyrisitingin áðrenn tveir mánaðir skal boða frá,

um fyriskipanin kann koma í gildi fyri Føroyar. Sjóvinnufyrisitingin

skal tryggja, at vinnan fær nýggjar fyriskipanir til ummælis, áðrenn

hesar verða settar í gildi fyri Føroyar.

Er talan um danskar kunngerðir, kann Sjóvinnufyrisitingin, í samráði

við føroysku vinnuna, heita á Sjóvinnustýrið um at fáa sett í gildi

nýggjar kunngerðir, gera broytingar ella seta úr gildi verandi kunngerðir.

Í Føroyum hevur danska sjóvinnustýrið eina deild, sum vanliga verður

kallað Skipaeftirlitið ella Skipasýnið. Tað hevur skyldu til at ansa eftir,

at lógin verður hildin. Sjóvinnustýrið hevur heimild til at halda aftur

skipum, sum ikki lúka treytirnar í lógini. Sjóvinnustýrið skal góðkenna

skip til ávísa nýtslu, herundir áseta loyvt ferðafólkatal og geva

skipinum siglingarloyvi til ávíst øki. Sjóvinnustýrið hevur skyldu til

at fylgja tí tøkniligu og sosialu menningini á økinum og virka fyri, at

hetta verður til frama fyri trygdina á sjónum.

Danski vinnumálaráðharrin setir eitt skipatilsýnisráð, sum skal vegleiða

og ráðgeva Vinnumálaráðnum og Sjóvinnustýrinum í spurningum

á lógarøkinum. Formaður í nevndini er eitt umboð úr Sjóvinnu-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!