24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Undirvísingar- og mentamálastýrið · 223

til at fremstille eksemplarer af litterære og kunstneriske værker m.v.

ved fotografering.

A. nr. 365 af 23.09.1965 om anvendelsen af lov om ophavsretten til

litterære og kunstneriske værker og lov om retten til fotografiske

billeder i forhold til andre lande m.v.

Lóggáva

Lógin gevur teimum, sum hava tikið fotografiskar myndir rættin til –

við fotografi, prenti, tekning ella á annan hátt – at framleiða eintøk

av myndini og at vísa hana fram alment. Lógin fatar m.a. eisini um

reglur um, hvussu endurútgáva av myndum skal fara fram, nær

myndin er at rokna sum almannakunngjørd og í hvørjum skapi

myndirnar kunnu verða almannakunngjørdar, hvussu leingi myndatakarin

hevur rættin til myndina, og hvussu brot á lógina skulu viðgerast.

Í Danmark er lógin frá 31. mai 1961 ikki í gildi longur, men í staðin

kom nýggj lóg.

Ætlanin við at nútímansgera lógina um upphavsrætt er, at fotografilógin

verður gjørd sum partur av upphavsrættindalógini (sí tað,

sum stendur um upphavsrættindalógina).

Fyrisiting

Tað danska Mentamálaráðið og Undirvísingar- og mentamálastýrið

umsita lógina.

Av tí, at henda lóg stavar frá 1961, hevur hon sítt upphav frá tíðini,

áðrenn danska Mentamálaráðið varð sett á stovn. Málsøkið var tá

undir Undirvísingarmálaráðnum, og varð lóggávan løgd fram av

undirvísingarmálaráðharranum. Í dag er málsøkið flutt yvir í Mentamálaráðið,

og verður upphavsrættindalógin umsitin haðani.

Av tí, at lógin um rættin til fotografiskar myndir er sett úr gildi í

Danmark og hesin partur er vorðin partur av upphavsrættindislógini,

kann væntast, at sami leistur verður nýttur í Føroyum. Arbeitt verður

í løtuni við at gera uppskot til nýtt ríkislógartilmæli um upphavsrættindalóg.

Í uppskotinum til ríkislógartilmælið um upphavsrættindalógina,

er lógin um rættin til fotografiskar myndir vorðin partur

av upphavsrættindislógina.

Mett verður ikki, at neyðugt verður við fyrisitingarligum samstarvi

um hetta málsøki.

Fígging

Tað danska Mentamálaráðið og Undirvísingar- og mentamálastýrið

hava fíggjarligu ábyrgdina av galdandi lóg. Ein nevnd skal umsita eftirlitið

eftir galdandi lóg.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!