24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

294 · Hvítabók – Fylgibind 2

sjúklingar sambært sjúklingatryggingarlógini. Ein slík skipan er sera

dýr at sett í verk og krevur stóran serkunnleika á økinum.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Fíggjarliga høvuðsábyrgdin av økinum er í Danmark, við tað at hetta

er felagsmál.

Í Føroyum stendst fíggjarligur kostnaður av lógini, við tað at sjúkrahúsverkið,

og í ávísum førum Føroya landsstýrið, skulu rinda tryggingarfelagi

eitt tryggingargjald. Fíggjarligur kostnaður stendst eisini av,

at Føroya landsstýrið er endurgjaldsskyldugt í teimum førum, sum

nevnd eru í § 1, stk. 3, smb. við § 9, stk. 2, og Føroya landsstýri kann

yvirtaka tryggingarskylduna sambært § 11 stk. 2.

Vísindasiðseminevnd

„Anordning om ikrafttræden på Færøerne af lov om et videnskabsetisk

komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter.“

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Í Danmark er skipanin uppbygd við einum ávísum tali av vísindaetiskum

økisnevndum og eini vísindaetiskari høvuðsnevnd, sum samskipar

arbeiði hjá økisnevndunum.

Føroyska vísindasiðseminevndin skal sambært uppskotinum virka í

donsku skipanini sum økisnevnd undir høvuðsnevndini. Í føroysku

nevndini skulu sita sjey limir, harav landsstýrismaðurin velur fýra og

Føroya læknafelag tríggjar. Tveir av limunum í nevndini verða valdir

at sita í donsku høvuðsnevndini.

Uppgávan hjá føroysku vísindasiðseminevndini verður sambært

uppskotinum at gera eina fakliga og etiska meting av teimum granskingarverkætlanum,

sum nevndar eru í § 6, og sum ætlanin er at seta

í verk í Føroyum. Heldur nevndin granskingarverkætlanina vera ráðiliga,

gevur hon loyvi til, at royndin kann verða sett í verk. Nevndin

hevur harnæst eftirlit við, at royndin verður gjørd í samsvari við givna

loyvið.

Høvuðsnevndin í Danmark samskipar arbeiðið ímillum donsku og

føroysku økisnevndirnar, fylgir við í granskingarmenningini, viðger

ávísar granskingarverkætlanir sambært lógini, vegleiðir økisnevndirnar,

ásetir neyvari leiðreglur fyri tær, eins og hon virkar sum kærumyndugleiki,

tá ið kært verður um avgerðir hjá økisnevndunum.

2. Lóggáva

Ætlanin við lógini er at áseta neyvari rammur fyri vísindaetisku metingina

av biomedisinskum granskingarverkætlanum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!